Sum ein lið at tryggja markið millum USA og Meksiko hevur amerikanska aðalráðið fyri Homeland Security givið loyvi at byggja ein 24 kilometrar langa múr frá Kyrrahavinum og eystureftir, hóast økið er vart av strangum umhvørvislógum. Tað skrivar tíðindastovan Reuters í dag.
Sambært tíðindastovuni er talan um ein part av umstrídda múrinum, ið Donald Trump, forseti, lovaði veljarunum undir valstríðnum. Táverandi forsetavalevni vakti ans, tá hann lovaði at byggja ein nýggja múr á markinum millum USA og Meksiko, ið skuldi forða ólógligum tilflytarum at koma til landið. Harumframt lovaði hann at senda rokningina fyri múrin til Meksiko.
Múrurin verður bygdur í einum øki, ið sambært ráðnum er ein av leiðunum, ið flestu ólógligir tilflytarar brúka fyri at sleppa inn í landið. Verkætlanin inniber eyka forðingar, nýggjar vegir, ljós, vakmyndatól og sensorar, ið skulu støðga talinum av fólkum og ólógligum vørum, ið koma til landið.
Sambært Reuters, so handtóku vaktir á markinum nærhendis San Diego 31.000 ólógligar tilflytarar og løgdu hald á umleið 4.000 kilo av marijuana og umleið 600 kilo av kokain í fjør.