Í løtuni hava Bústaðir ongar ítøkiligar ætlanir um at byggja fleiri lestraríbúðir.
Tað upplýsir Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum fyri Fíggjarnevndini hjá Løgtinginum, nú fíggjarlógin fyri næsta ár er til viðgerar.
Hinvegin eru Bústaðir sinnað at yvirtaka nøkur av næmingaheimunum sum eru, og samráðingar eru ímillum Mentamálaráðið og Bústaðir um spurningin.
Í hesum sambandi eru ætlanir um, at Bústaðir skulu yvirtaka Næmingaheimið undir Fjalli. Tað er eftir áheitan frá nevndini fyri heimið, sum er ein sjálvognarstovnur. Samráðingar um yvirtøkuna eru byrjaðar, men enn er yvirtøkan ikki endaliga framd í verki
Orsøkin til, at nevndin fyri heimið tekur hetta stigið er, at fíggjarstøðan hjá heiminum er vánalig. Bygningurin krevur stórar ábøtur, og pengar eru heldur ikki til at halda tað fyri, sigur landsstýriskvinnan í mentamálum.
Rigmor Dam sigur eisini, at nevndin fyri Næmingaheimið í Berjabrekku hevur sett fram somu áheitan um, at Bústaðir eisini yvirtekur hetta næmingaheimið.
- Orsøkin er hin sama sum fyri heimið undir Fjalli, nevniliga vánalig fíggjarviðurskifti og ongir pengar til at halda heimið fyri.
Men enn er ikki farið undir arbeiðið at yvirtaka heimið í Berjabrekku, leggur landsstýriskvinnan afturat.