Japanska orkufelagið Chubu Electric ætlar at verja sítt kjarnorkuverk í Hamaoka við at girða tað inni við einum 18 metrar høgum múri, sum skal vera so sterkur, at hann kann standa ímóti møguligum flóðaldum. Verkið hevur staðið stilt síðani jarðskjálvtan og flóðalduna tann 11. mars, og myndugleikarnir vilja ikki lova felagnum at seta tað í gongd aftur, fyrr enn tað hevur fingið onkra verju ímóti flóðaldum.
Chubu Electric sigur, at arbeiðið at byggja ein múr rundan um verkið verður liðugt í desember í 2012, og at múrurin fer at kosta felagnum umleið 100 milliardir yen ella millum seks og sjey milliardir krónur.
Kjarnorkuverkið Fukushima, sum fór illa tann 11. mars, hevði ein 5,7 metrar høgan verjumúr, men hann gjørdi ikki stórvegis nyttu, tí flóðaldan tann dagin var 14 metrar høg. Chubu Electric sigur, at múrurin rundan um verkið í Hamaoka verður 18 metrar høgur.