Tá ið nýggja svimjihøllin í Havn er liðug, fáa vit eina svimjihøll, sum lýkur øll altjóða krøv. Tað staðfestur Annika Olsen, borgarstjóri í Havn.
Býráðið umrøddi ætlanina at geva eina nýggja svimjihøll í Havn við einum 50 metra langhyli, og sum fer at kosta 100 milliónir krónur.
Tað hevur elvt til misnøgd, at ætlanin hevur verið útsett, men á býráðsfundi í gjárkvøldið staðfesti borgarstjórin, at í roynd og veru snýr tað seg bara um nakrar mánaðir, at byggingin er útsett.
Ætlanin er at skriva undir sáttmálan við SNA – Arkitektar í heyst um byggingina og síðani tekur projekteringin eitt ár. Og sostatt verður farið undir byggingina næsta ár.
Annika Olsen sigur, at hesa næstu tíðina ætla tey at tryggja sær, at talan verður um ein svimjihyl sum lýkur øll altjóða krøv, og sum sostatt eisini kann hýsa eini HM kapping í svimjing.
Í hesum sambandið hevur hon biðið Svimjisamband Føroya um at seta seg í sambandi við altjóða svimjissambandið at fáa greiði á, akkurát, hvørji krøv, hylurin skal lúka fyri eisini at kunna hýsa eini HM kapping. Men í øllum førum er tað greitt, at hann manglar eina svimjigeil, hann hevur ikki nokk av áskoðaraplássum, og umstøðurnar til fjølmiðlar, og onnur.
– Vit hava hugsað stórt við nýggju høllini, men tá ið vit fara undir eina so stóra ætlan, kunnu vit akkurát tað sama ganga plankan, hóast hann kostar nakrar milliónir meiri, tí so hava vit møguleikan, skuldi hann býðst, heldur hon.
Hetta fer kanska at gera svimjihøllina eitt sindur dýrari, men hon heldur at vit eiga at hugsa stórt, og er svimjihøllin fyrst gjørd, uttan at lúka altjóða krøv, er ógjørligt at koma afturumaftur. Men sum støðan er nú, er hvørki fíggjarlig ella umsitingarlig orka til eina so stóra verkætlan afturat, leggur hon afturat.
Hinvegin undrar tað Heðin Mortensen, býráðslimur fyri Javnaðarflokkin, vísir á, at 4,5 milliónir eru settar av til endamálið og hann heldur, at tað er rætt at fara undir arbeiðið nú, soleiðis at tað ikki verður útsett. Og hann er vísur í, at vit fáa aldrin eina HM kapping til Føroya.
Annika Olsen staðfestur, at tað eru eini 12 ár síðani, at málið um langhylin varð reist, men hann er ikki komin enn, so at ætlanin er útsett, er ikki nakað nýtt. Og í hesum føri er ætlanin at útseta ætlanina í nakrar mánaðir.
Marin Katrina Frýdal, býráðslimur fyri Tjóðveldi, vísir á, at tað verður ikki bygd nógv fyri 4,5 milliónir og Jákup Dam úr Tjóðveldi, sigur, at svimjihylurin verður tann næsta, stóra útbyggingin hjá Tórshavnar Kommunu.