Byggja sethús til barnagarð

Tað fara at ganga nøkur ár enn, áðrenn børnini í Miðvági sleppa í ein nýggja barnagarð.
Meðan bíðað verður, fer kommunan at byggja eini hús til barnaansingina. Hesi kunnu seinni seljast aftur sum sethús.

Ein av føroysku bygdunum sum hevur megnað at nøkta tørvin á barnaansing er Miðvágs kommuna.
Hetta forðar tó ikki kommununi í at hyggja frameftir og seta ætlanir í verk á hesum øki.
- Helst skuldi ein nýggjur barnagarður staðið liðugur um hálvttriðja ár, fær Sosialurin upplýst úr Miðvágs kommunu.
Hesin nýggi barnagarðurin er prosjekteraður og lendið til hann er haraftrat keypt á Stórutrøð tey nevna, beint við Heilsumiðstøðina.
Sum skilst er ætlanin at byrja uppá arbeiðið í hesum árinum.

Selja aftur
Skipanin við barnaansingini í bygdini er býtt upp í trý, - við dagrøkt, einum barnagarði í Miðvági og einum ansingartilboði á Vatnsoyrum.
Kommunan hevur samstundis staðfest at fólkatalið í kommununi hevur verið støðugt og vaksandi seinnu árini, og at tørvur tí hevur verið á fleiri grundøkjum.
Arbeitt hevur verið við eini útstykkingarætlan í Vatnsoyrum og einari í Miðvági, har kommunan arbeiðir við at ognartaka sær lendi til endamálið.
Fyri samstundis at kunna nøkta tørvin á ansingarplássum, samtykti bygdaráðið í farnu viku at byggja eini hús á einum av kommunalu grundøkjunum norðuri í Heiðum.
- Vit eru snøgt sagt noydd at finna eina haldgóða loysn, inntil nýggi barnagarðurin verður liðugur, verður sagt.
Ætlanin er, at tey elstu børnini í barnagarðsaldri skulu halda til í hesum húsunum, ið ætlanin seinni er at selja.
Bygdaráðið hevði frammanundan kannað fleiri møguleikar fyri eini loysn. Hetta varð kortini tann ætlanin sum varð vald.
- Her hevur kommunan møguleikan at selja húsið aftur, og sostatt fáa íløguna innaftur, verður sagt.