Vattenfall skal byggja tvær nýggjar havvindmyllulundir í Norðsjónum og Kattegat. Tær skulu frá 2032 kunna veita grønan streym til umleið 1,8 milliónir donsk húsarhald. (Savnsmynd)

Byggja tvær hav­vind­myllu­lund­ir til 1,8 milli­ónir donsk húsarhald

Svenska orkufelagið Vattenfall Vindkraft A/S vann útboðið um tvær stórar havvindmyllulundir, sum skulu standa lidnar í 2032.

Vattenfall skal byggja tvær nýggjar havvindmyllulundir í Norðsjónum og Kattegat. Tær skulu frá 2032 kunna veita grønan streym til umleið 1,8 milliónir donsk húsarhald. (Savnsmynd)

Svenska orkufelagið Vattenfall Vindkraft A/S hevur vunnið útboðið um at byggja tvær nýggjar havvindmyllulundir í Danmark.

 

Talan er um eina havvindmyllulund í Norðsjónum og eina við Hesselø í Kattegat. Tær skulu vera lidnar í seinasta lagi í 2032.

 

Sambært danska veðurlags-, orku- og veitingarmálaráðnum fara tær báðar havvindmyllulundirnar tilsamans at framleiða 1,8 gigawatt av elorku. Tað svarar til streymnýtsluna hjá umleið 1,8 milliónum donskum húsarhaldum.

 

– Hetta fer at geva Danmark nógv størri frælsi. Bæði sum samfelag og frá óálítandi stjórnum, sum vit annars eru bundin at á orkuøkinum, sigur danski veðurlags-, orku- og veitingarmálaráðfrúan, Samira Nawa.

 

Hon vísir eisini á, at útbyggingin fer at geva borgarunum grønari og bíligari streym og samstundis styrkja kappingarførið hjá donskum fyritøkum.

 

Vattenfall er ogn hjá svenska statinum og framleiðir elorku í fleiri evropeiskum londum.

 

Danmark hevur seinastu árini arbeitt miðvíst við at minka um bundinskapin av innfluttari orku, millum annað úr Russlandi.

 

Sambært Samiru Nawa er hetta kortini bara byrjanin.

 

– Fleiri havvindmyllulundir eru á veg. Vit hava millum annað avtalu við Týskland um Energioynna Bornholm, sigur hon.

 

Ongin bjóðaði fyrstu ferð

 

Tá Energi­stýrið fyrstu ferð bjóðaði út tríggjar havvindmyllulundir í desember 2024, kom einki boð inn.

 

Orsøkin var, at orkufeløgini mettu verkætlanirnar vera ov lítið lønandi.

 

Síðani hevur danski staturin broytt stuðulsskipanina, so framleiðararnir fáa ein tryggjaðan lágmarksprís fyri elorkuna.

 

Við nýggju skipanini komu tvey boð inn upp á havvindmyllulundina Nordsøen Midt og fimm boð upp á Hesselø.

 

Nordsøen Midt og Hesselø skulu vera liðugar í 2032, meðan ein triðja havvindmyllulund, Nordsøen Syd, eftir ætlan verður liðug í 2034.

 

Elnetið skal fylgja við

 

Danmark hevur fyrr í ár havt trupulleikar við elnetinum, og almenna felagið Energinet steðgaði fyribils nýggjum umsóknum um nettilknýti.

 

Stjórnin hevur síðani sett í verk eina bráðfeingisætlan, og Samira Nawa sigur seg vera sannførda um, at netið verður klárt, tá nýggju havvindmyllulundirnar fara at framleiða streym.

 

Energinet er sambært ráðharranum álagt at tryggja nettilknýti upp á eitt gigawatt til hvørja av teimum báðum verkætlanunum.

 

Vattenfall skal byggja tvær nýggjar havvindmyllulundir í Norðsjónum og Kattegat. Tær skulu frá 2032 kunna veita grønan streym til umleið 1,8 milliónir donsk húsarhald. (Savnsmynd)