Bygnaðarbroytingar í KÍ

Hóskvøldið var eykaaðalfundur í KÍ, og tá var samtykt at broyta bygnaðin í felagnum, soleiðis at tað nú bert er ein starvsnevnd, meðan fótbólts- og hondbóltsnevndin eru strikaðar.

Í sambandi við aðalfundin hjá KÍ herfyri var kunngjørt, at felagið fór at kalla inn til eykaaðalfund seinni við tí fyri eyga, at nakrar bygnaðarbroytingar skuldu gerast í felagnum, og hesar vóru fyri á eykaaðalfundinum, sum var hóskvøldið.

Gestur heldur fram
Í mong ár hevur KÍ verið skipað á tann hátt, at ein fótbóltsnevnd hevur tikið sær av fótbóltinum, meðan ein hondbóltsnevnd hevur tikið sær av hondbóltinum og Stjørnuni. Nýggju bygnaðarbroytingarnar hava við sær, at nú eru hesar báðar nevndir strikaðar, og ístaðin hevur starvsnevndin ábyrgdina av øllum.
Í starvsnevndini sita so persónar, ið hava ábyrgdina av ávíkavíst fótbóltinum og hondbóltinum.
Umframt bygnaðarbroytingarnar var eisini nevndarval á skránni. Í gomlu starvsnevndini vóru bert tríggir limir umframt ein varalim, men nú telur nýggja starvsnevndin seks limir. Gestur Hovgaard er framvegis formaður. Gamli varaformaðurin Karl Birgir Isaksen stóð fyri vali, og hann bar seg undan afturvali. Nýggjur varaformaður er gamli skrivarin, Nichels Lützen.
Hinir fýra í nevndini eru John William Joensen, ið hevur ábyrgdina av allari kunning til miðlar og onnur. Guttorm Sørensen er nýggjur kassameistari, og so eru tað teir báðir Símun Gullaksen og Kristoffur Ragnarsson, ið hava ábyrgdina av ávíkavíst fótbóltinum og hondbóltinum.