FSV04
Tað ljóðaði leingi í vár og fyrra partin av sumrinum, at Johan Bymar kanska fór at koma aftur til Klaksvíkar. Johan Bymar var í KÍ álopinum í fjør og í fyrraárið, men síðsta heyst fór hann av aftur landinum.
Sambandið millum KÍ og danska álopsspælaran, sum er ættaður av Fanø, var Bill Jacobsen upphavsmaður til. Teir báðir hittust í fótbóltshøpi í Esbjerg í níti árunum. Bill var inntil eina ferð síðsta vetur í starvi hjá KÍ, og tað var í hansara tíð í Klaksvík, at Bymar spældi í bláu troyggjuni.
Nú er Bill Jacobsen venjari í FSV04, og mikudagin varð spæliloyvið hjá Johan Bymar flutt til hetta felagið.
- Johan Bymar kemur ikki til Føroyar og vestur í Vágar nú beinanvegin. Tað er heldur ikki víst, at hann yvirhøvur fer at koma henda vegin. Men vit tryggjaðu okkum undan evstu freistini fyri spælaraflytingum, at møguleiki skal vera at fáa hann henda vegin, um vit halda, at tað verður neyðugt, sigur Bill Jacobsen.
Hvussu skal hetta skiljast?
- Tá ið vit fóru undir fyrireikingarnar til kappingarárið, var málið hjá nýggja felagnum at finna sítt pláss í næstbestu deildini. Tað hevur gingið betri, enn vit høvdu roknað við. Liðið er á triðja plássi, og nú fara vit at stríðast fyri at varðveita og betra um møguleikan at flyta upp í bestu deildina. Um tað framvegis verður møguleiki fyri uppflyting, tá ið komið verður nakað út í september, so kann tað væl vera, at Johan Bymar fer at hjálpa okkum.
Johan Bymar hevur ikki spælt fótbólt á høgum støði, síðani hann kom aftur til Danmarkar. Hann hevur luttikið í firmafótbólti, og tað hava verið persónligar orsøkir til, at hann ikki hevur verið áhugaður í at koma til Føroya fyrr í ár.
Umframt spæliloyvi hjá fyrrverandi KÍ álopsspælaranum hava teir í Vágum tryggjað sær ein nýggjan spælara. Tað er unglinga spælarin Ólavur í Ólavsstovu, sum er uppvaksin í HB. Hann hevur síðsta árið verið á fótbóltsskúla í Oure í Danmark, og nú skal hann í Vágum vísa teimum í barndómsfelagnum, at teir skulu rokna við honum næstu árini sum møguligum evni til besta liðið.
Kim Poulsen spældi millum lítið og einki undan summarsteðginum, tí hann var so skaðaplágaður. Nú er hann komin fyri seg, og leygdardagin skoraði hann øll fýra málini, tá ið FSV04 vann 4-1 á B36.