Býráðið í Eysturkommunu saman við Helga Joensen, sum situr í býráðnum, Elmbridge Borough Council

Býráð hitti starvsfelaga úr London

- Eitt kvøldið í farnu viku eydnaðist at bjóða Helga Joensen, sum býr í Weybridge uttanfyri London, til eitt prát við býráðið í Eysturkommunu, nú hann er eitt stutt rend í Føroyum

 

Býráðið í Eysturkommunu saman við Helga Joensen, sum situr í býráðnum, Elmbridge Borough Council

- Høvið var, at hann situr í býráðnum, Elmbridge Borough Council, sum liggur í Surrey County í London-økinum, og áhugi var at skifta orð um býráðsarbeiðið har, at fáa kunning og íblástur, nú ein av okkara lokalu hevur ein slíkan býráðssess í grannalandinum.

 

Soleðis siga tey í Eysturkommunu í dag.

 

Helgi Joensen er úr Syðrugøtu, men hevur búð og starvast í London í mong ár. Hann stillaði upp til Elmbridge Borough Council í 2022 fyri Liberal Democrats. Hann varð valdur og hevur nú verið í sessinum í skjótt fýra ár.

 

- Men bretska stjórnin hevur gjørt av at gera umfatandi broytingar og at umskipa ráð í countys og boroughs og at gera samanleggingar. Tí verður verandi býráðssetan longd við einum ári, so fyrireikingarnar kunnu verða lidnar, tá umskipaða ráðið, sum skal veljast í mai, tekur við í mai í 2027.

 

Lagt verður aftrat, at Helgi tí skal sita fimm ár og ikki fýra ár sum býráðslimur.

 

- Hetta minti okkum á, at eisini her hjá okkum henda broytingar, tá kommunur hava valt at leggja saman, tá landið hevur lagt eitt nú eldraøkið og áður dagstovnaøkið út til kommunurnar at umsita.

 

Í Eysturkommunu siga tey, at Helgi greiddi frá valskipanini, valdømum, flokkum, samstørvum, nevndum og málum, sum hann hevur arbeitt við.

 

- Hetta var sera áhugavert, tí okkara skipanir eru heilt ólíkar, hóast nógv gongur aftur og tey øki, sum ávíkavist county councils og borough councils í løtuni hava ábyrgd av, eru á mangan hátt eitt sindur øðrvísi enn, hvussu kommunubygnaðurin í Føroyum er skipaður.

 

Sagt verður, at tað eisini var kveikjandi at skifta orð um politiska uppstilling í mun til borgaralistar, um at hava infrastruktur til at føra valstríð, at hava flokseyðkend mál og politiska stevnu og annað í býráðsarbeiðnum.

 

- Býráðshúsið í Norðragøtu var karmur um eitt lívligt samskifti millum starvsfelagar hetta kvøldið, og enn einaferð vórðu vit øll mint á týdningin av bæði smærri og størri málsøkjum í nærdemokratinum, og á ta ábyrgd, ið liggur á býráði og býráðslimum.

 

Í býráðnum í Eysturkommunu takka tey Helga Joensen frá Elmbridge Borough Council fyri vitjanina, fyri íblásturin, og her ynskja tey honum hepna hond í arbeiðnum framhaldandi.

 

Býráðið í Eysturkommunu saman við Helga Joensen, sum situr í býráðnum, Elmbridge Borough Council