Arbeitt verður dúgliga við fyrireikingum til eitt nýtt býráðshús hjá Eysturkommunu, ið eftir ætlan kemur at standa liðugt við Oyruna í Norðragøtu á heysti í 2015.
Tað skrivar Eysturkommuna á heimasíðuni. Samstundis er framtíðarætlan gjørd fyri eitt miðstaðarøkið við Oyruna um, hvussu økið kann síggja út í framtíðini. Hendan verkætlanin er tó ikki bundin at byggiætlanini av nýggja býráðshúsinum, men kann gerast eitt næsta stig eftir at byggingin er liðug.
Nýggja býráðshúsið hjá Eysturkommunu er partur av eini framtíðarætlan um at skapa eitt nýtt miðstaðarøki við handlum og øðrum tænastufunktiónum við Oyruna í Norðragøtu. Ætlanin ber í høvuðsheitum við sær, at verandi krossvegur í túninum hjá Øregaard verður fluttur nakað inneftir, og at økið verður gjørt til miðstaðarøki við møguleika hjá matvøruhandli, smáhandlum, bakara, kaffihúsi og øðrum tænastufunktiónum at húsast. Tankin er, at økið kann koma at virka rættuliga skjótt við nøkrum fáum funktiónum, fyri síðan at verða útbygt og ment yvir eitt longri áramál.
Økið kemur at hava góð og trygg parkeringsviðurskifti, so lætt er hjá øllum borgarum í økinum at koma til og frá – harafturat kemur Eysturleiðin, ið er bussleiðin í Eysturkommunu, at steðga mitt í miðstaðarøkinum. Ætlaða grøna gøtan framvið Eiðisá kemur eisini at renna gjøgnum miðstaðarøkið og tvørtur um tekjuna á nýggja býráðshúsinum, ið verður nýggja gongubrúgvin um ánna. Somuleiðis verða góðir møguleikar fyri eini gøtu frá ætlaðu spæli- og minnisvarðalundini og niðan í nýggju býlingarnar í brekkuni eystanfyri.
Seinastu 50 árini er Oyran í Norðragøtu broytt frá at vera eitt framúr náttúruvakurt øki, til í dag at vera eitt ídnaðarøki kringsett av stórum asfaltfløtum. Sjálvsagt er tað spell at eitt tílíkt náttúruvakurt øki mátti lúta fyri vinnuliga virkseminum, ið er økt seinastu 50 árini. Samstundis eru flest øll á einum máli um, at hesin vinnuligi framburður, hevur havt ómetaliga stóran týdning fyri menningina í lokalsamfelagnum.
Ætlanin við nýggja býráðshúsinum og miðstaðarøkinum tekur støði í tí veruleika, sum valdar í dag og mett verður ikki, at gjørligt er at endurskapa Oyruna til tað, hon einaferð var. Harafturímóti hava vit lagt alla orku í at endurskapa eitt STAÐ, har fólk aftur fara at hittast á sama hátt, sum fólk hava gjørt í øldir og heilt upp í 1980ini, tá Oyran enn var nýtt til alskyns almenn tiltøk. Eitt STAÐ, sum finnur fram nakað av tí góða, sum var, samstundis, sum atlit verða tikin til tað virksemið, ið er í økinum í dag.
Býráðshúsið kemur at liggja út til nýggja miðstaðarøkið, men kemur eisini at venda sær til náttúruna kring ósan. Sunnanfyri býráðshúsið kemur ein bryggjutrappa at vera. Henda trappa verður eitt slag av býráðstorgi, eitt óformelt STAÐ fyri allar borgarar og vitjandi. Eitt STAÐ við góðum sólargangi, sum kemur at liggja við ósan og sandin, í lívd fyri høgættini.
Í dag er ein grønur geiri framvið Eiðisá innan úr Dalinum og oman á Oyruna, har grøna økið endar í dag. Ætlanin hevur í mong ár verið, at gera eina gøtu á hesum grøna øki framvið Eiðisá. Henda gangi- og rennigøtan, skal í framtíðini binda tær tríggjar Gøturnar við Gøtuvík saman uttan at koma í bland við tunga ferðslu. Býráðshúsið kemur at liggja á Oyruni, í endanum av hesum grøna geira, og verður bygt sum ein grøn gangibrúgv, ið kemur at binda grøna geiran eystanfyri Eiðisá við grøna økið framvið Gamla veg, vestanfyri ánna.
Fyri mangar býir eru brúgvar og økini í nánd av teimum, nøkur av teimum mest serstøku og elskaðu støðunum í býunum. Her hittast fólk á leið, og her kann útsýnið og friðurin njótast. Okkara ynski er sjálvsagt at binda grøna økið eystanfyri Eiðisá við økið vestanfyri, men vit vilja eisini skapa eitt STAÐ, við eini aðrari dimensión, har tann gangandi verður lyftur upp frá tí lutfalsliga slætta lendinum við Oyruna, og fær útsýni yvir økið og Gøtuvík. Samstundis verður økið undir brúnni eitt STAÐ, ið kann nýtast til uppihald, og ætlanin er, at eitt ljóslistaverk verður í sjálvari ánni – eitt listaverk, sum tekur útgangsstøði í staðnum og nýtir orkuna í tí náttúrugivna og kastar sínar ljósgeislar á umhvørvið og bygningin.
Húsið er umleið 600 fermetur til støddar og kemur at hýsa umsitingini og býráðnum hjá Eysturkommunu. Í húsinum er móttøkuhøll við snarskivu, býráðssalur, skrivstovur, fundarhølir og ymisk tænastu- og goymsluhølir.
Væntandi verður nýggja býráðshúsið hjá Eysturkommunu liðugt á heysti 2015.