Býráðið í Havn samtykti í gjárkvøldið at gera nýggja ítróttarhøll við skúlan á Argjahamri fyri góðar 15 milliónir krónur.
Allir býráðslimir taka undir við, at ein høll verður bygd á Argjum. Men teir eru ikki samdir um, hvussu framferðarhátturin skal gerast.
Tá ið skúlin varð bygdur, vóru MAP Arkitektar ráðgevarar og Articon byggifelag. Tey bæði feløgini gjørdu eina partalagsavtalu um at byggja skúlan.
Og meirilutin í býráðnum heldur, at hesi bæðifeløgini eru so væl kunnug við skúlan og viðurskiftini annars, at tað er bæði bíligast og skjótast, at lata MAP Arkitektar, og Articon at halda fram, og at gera ítróttarhøllina eisini.
Eftir at samráðingar hava verið við MAP Arkitektar og Articon, hevur meirilutin í býráðnum samtykt, at bjóða ítróttarhøllina út ímilum tvey byggifeløg at kappast um, har Articon so skuldi vera annað felagið, og so verður eitt annað byggifelag bjóðað við afturat.
Býráðslimir fyri Tjóðveldi, og Annfinn Brekkstein, býráðslimur fyri Sambandsflokkin, halda, at talan er um so mikið stórt arbeiði, at tað eigur avgjørt at verða boðið út ímillum eini fimm byggifeløg at kappast um.
Annfinn Brekkstein, heldur, at tað hevði verið betri at bygt við vøllin, men tað er ikki undirtøka fyri tí, so hann tekur undir við at gera ítróttarhøllina við skúlan Men hann heldur, at hóast tað fer at seinkað verkætlanini, eigur arbeiðið at verða bjóðað út ímillum einar fimm arbeiðstakarar at kappast um, tí at arbeiðið er so stór.
Bogi Andreasen helt, at skal tað bjóðast út ímillum fleiri arbeiðstakarar, fer tað bara at draga arbeiðið út, umframt at tað fer at gera tað dýrari.
Tróndur Sigurðsson heldur, at høvuðstrupulleikin er, at býráðið gekk í ov trongum skóm, tá ið skúlin á Argjahamri varð bygdur, tí tað einasta rætta var at høllin varð bygd tá. Tað kostar alt ov nógv at koma aftur um aftur, heldur hann.
Jógvan Arge heldur, at talan er í roynd og veru ikki um nakra kapping, tá ið bara eitt felag, sum hevur allan kunnleika til umstøðurnar, og sostatt allan fyrimunin, sleppur at bjóða ímóti einum felagnum, sum ongan kunnleika hevur, og sostatt er dømt at tapa.
Tað stúrir Sjúrður Olsen ikki fyri, tí hann sigur, at umsitingin í býráðnum er púra greið yvir, hvat ein slík høll eigur at kosta. Hann sigur, at tørvurin er so stórur at fáa eina høll, at nú eigur býráðið at samtykkja tað.
Og úrslitið var, at allir býráðslimir, uttan tey trý fyri Tjóðveldi, og Annfinn Brekkstein, atkvøddu fyri at bjóða Articon, og einum øðrum felag, at kappast um at byggja ítróttarhøllina.
Ætlanin er at fara undir arbeiðið beint eftir nýggjár, og tað tekur 16 mánaðir at gera høllina lidna.