- Eg fari ikki at leiga Sea Shepherd hús í ár!
Tað staðfestir Bogi Andreasen, býráðslimur í Havn.
Hann og konan eiga eini hús í Skálavík, sum tey leiga út til ferðafólk, og tá ið Sea Shepherd vóru í Føroyum í fjør, fingu tey húsini til leigu ímeðan tey vóru her.
Tá segði býráðslimurin við www.in.fo, at hann hevði als einki ímóti at leiga teimum húsini – hóast hann annars ikki tekur undir við felagsskapinum.
- Øll eru vælkomin at leiga frá mær, eisini Sea Shepherd, segði hann tá og hann legði afturat, at hann blandaði seg ikki uppí, hvør leigaði húsini.
Les eisini: Býráðslimur í Havn leigar Sea Shepherd hús
Men, nú Sea Shepherd kemur higar í ár, er støðan øðrvísi.
Hann sigur, at fyri tað fyrsta hevur ongin spurt um at fáa húsini til leigu Men hann leggur afturat, at skuldi Sea Shepherd spurt eftir húsunum, høvdu tey fingið noktandi svar.
Bogi Andreasen sigur, at tað elvdi til fitt av rumbli, at hann leigaði teimum hús í fjør og tað er hann ikki áhugaður í at endurtaka.
Hann hevur eisini fingið áheitan frá politikarum í Sandoy um ikki at leiga Sea Shepherd hús. Hann vil ikki siga, hvørjir politikarar eru, sum hava vent sær til hansara, men hann hevur tikið áheitanina til eftirtektar.
Hann ásannar, at hann hugsaði seg ikki nógv væl um, tá ið hann játtaði at leiga teimum hús í fjør.
Hann leggur afturat, at nú hann er meiri kunnaður um virksemið hjá Sea Shepherd, hevur hann ikki hug at stuðla teimum upp á nakran máta, heldur ikki við at leiga teimum hús, tí eftir hansara tykki eru tey alt ov víðgongd í síni framferð.
- Eg skal viðganga, at eg hevði ikki sett meg nóg væl inn í, akkurát, hvussu framferðarhátturin hjá Sea Shepherd var, og tí kom alt rumblið, sum stóðst av hesum, óvart á meg í veruleikanum, sigur hann.
- Tað var ikki so ”smart” at leiga teimim húsini í fjør. Vit læra øll av okkara mistøkum og hatta mistakið havi eg ikki hug at endurtaka, sigur hann.
Samstundis avsannar hann staðiliga, at orsøkin til, at hann hevur eina øðrvísi áskoðan á málið í ár, enn hann hevði í fjør, hevur als einki við tað at gera, at tað er løgtingsval í heyst og at hann er bangin fyri at styggja veljarar frá sær, hevði hann leigað Sea Shepherd húsini í Skálavík
- Nei tað hevur einki at gera við tað yvirhøvur. Orsøkin er rætt og slætt, at eg havi hugsað meg betri um, sigur Bogi Andreasen.