Um fáar dagar verður nýtt umboðsráð valt í Suðuroyar Sparikassa, sum telur 29 fólk. Umboðsráðið velur síðani umsjónarráðið, sum er hægsti myndugleiki sparikassans.
Valið fer fram í avgreiðslum Suðuroyar Sparikassa frá mánadegnum 24. mars til og við fríggjadagin 28. mars.
Suðuroyar Sparikassi er ein lokalur peningastovnur, sum tó seinnu árini hevur valt at víðka virksemið soleiðis, at peningastovnurin eisini hevur deild í Havn.
Umframt at taka ímóti innláni, so hevur sparikassin lænt út móti trygd í fastari ogn. Hesi seinastu árini hevur sparikassin eisini verið við í fígging av virkjum, skipum, bilum o.ø.
? Sum minsti peningastovnur í landinum, so leggur sparikassin áherðslu á at vera hin persónligi stovnurin, har bæði starvsfólk og kundar kunna merkja, at tey ikki føla strongd í kundatænastuni frá okkum, sigur Per Jacobsen, marknaðarleiðari í Suðuroyar Sparikassa.
Við fýra ára millumbili stílar Suðuroyar Sparikassi fyri fundi fyri ábyrgdarunum. Hesin ábyrgdarafundur verður fríggjakvøldið 28. mars.
Á fundinum fáa ábyrgdarar høvi til at velja frá kl 18:30 til 19:30. Síðani verður boðið vælkomin og fer so formaðurin í Sparikassanum, Lars Djurhuus, at kunna um virksemið hjá sparikassanum. Eftir formannin fer Mikkjal Sørensen, stjóri, at kunna um roknskapin.
Sum fastur táttur á skránni er gestarøðari, og verður gesturin hesaferð Gestur Hovgaard, granskari, sum fer at tosa um evni: »Hevur pinkulngatilveran nakran møguleika í einum heimi av risum«.
Aftan á fyrilesturin verður borðhald. Undir borðhaldinum verður undirhald við skemti, tónleiki og sangi. Fyri undirhaldinum standa Robert McBirnie og teir.
Áðrenn fundurin endar verður úrslitið av valinum kunngjørt.