Byrja bygging fyri 60-70 milliónir í Vági longu í ár

Sjey fyritøkur bjóða seg fram at byggja ellis-og røktarheim og økisdepil fyri sinnisveik í Vági. Gongur sum ætlað, byrjar byggingin longu í ár

 Gongur sum ætlað, verður farið undir at byggja nógv umrødda ellis- og røktarheimið og økisdepilin fyri sinnisveik í Vági, longu í ár.

Tað er greitt eftir at tilboðini upp á byggingina vórðu latin upp seinnapartin í gjár.

Tann stóra løtan var á skrivstovuni hjá Landsverki í Havn og tað vísti seg, at sjey tilboð vóru komin inn upp á byggingina.

Tilboðini fevna um allan byggikostnaðin, tað vil siga, alt tað, sum hevur við handverksarbeiðið at gera.

Men afturat hesum kostnaðinum, koma so lønar- og príshækkingar, projektering, eftirlit, innbúgv og annað.

Tað sást, at rættiliga stórur munur var á tilboðunum við tað, at heili 33,1 millión var á muni á tí bíligasta og tí dýrasta tilboðnum.

Tað var TG Verk, sum hevði bíligasta tilboðið og teir bjóða sær til at byggja stovnarnar báðar fyri 56,9 milliónir.

Tað eru arkitektarnir Albert Isfeld og Gudmund S. Hansen, sum hava teknað stovnarnar, Landsbyggifelagið stendur fyri konstruktiónunum og el arbeiðnum og Martin Leo stendur fyri hvs arbeiðnum.


Byrja í ár

Albert Isfeld sigur, at gongur sum ætlað, verður klárt at fara undir byggingina longu ár, kanska enntá longu nú í november.

Byggingin er mett at taka tvey ár, so alt bendir á, at tað verður klárt at flyta inn í nýggju stovnarnar um ársskiftið 2010-2011.

- Grundstykkið er grivið út og tað mesta av planeringini og atkomuvegnum er gjørt, so tí ber tað til at fara undir byggingina so skjótt, sigur Albert Isfeld.

Hann er væl nøgdur við tilboðini, tí hann sigur, at tey eru, sum hann hevði væntað.


Tilsamans 3900 fermetrar

Verkætlanin fevnir um tveir samanbygdir stovnar. Annar stovnurin er eitt ellis- og røktarheim og hin stovnurin er ein økisdepil til sinnisveik.

Tilsamans er talan um eina bygging upp á 3.900 fermetrar. Ellis- og røktarheimið skal hýsa 24 búfólkum og verður 2.500 fermetrar til støddar og økisdepilin til sinnisveik verður 1.400fermetrar til støddar og har verður rúmd fyri verður átta búðfólkum, umframt at tað verða tvey umlætingarpláss.

33,1 millión á muni


Tilsamans komu sjey tilboð inn upp á at byggja ellis-og røktarheimið og økisdepilin fyri sinnisveik í Vági.

Tilboðini vóru hesi:


TG Verk: 56,9 mió

Víking Smíð: 63,3 mió

HES-Byg: 63,9 mió

Norðhús: 68,5 mió

Articon: 69,4 mió

MT-Højgaard: 75,0 mió

Pihl & Søn: 90,0 mió


Kostnaðarmetingin var upp á 65 milliónir, so tað sæst, at trý tilboð eru niðanfyri tað og tvey onnur tilboð eru beint omanfyri. Landsverk, sum er byggiharri, fer nú at meta um tilboðini og fyritøkurnar, sum bjóðað hava og út frá eini heildarmeting verður so tikið av einum av tilboðunum