Byrja í dag

Á flakavirkinum á Sandi fyrsta nøgdin av útróðrarfiski í dag gjøgnum maskinurnar

Tað er stórur dagur í Sandoynni í dag. Eftir at bæði flakavirkini í oynni í fleiri ár hava staðið still, byrjar arbeiðið nú so smátt á virkinum á Sandi.

Áðrenn arbeiðið av álvara byrjar, vilja teir vita, hvussu riggar, og í dag er ætlanin bara at arbeiða 5-6 tons av útróðrarfiski, sum keyptur er í oynni. Fyribils fer virkið eisini at halda seg til útróðrarfiskin frá sandoyingum, men seinni verður fiskur keyptur á uppboðssøluni.

Í næstu viku byrjar arbeiði við saltfiski, eisini á Sandi.

Nær arbeiðið í Skopun kann byrja, er ikki heilt greitt, tí tað eru onkrir smávegis trupulleikar við frárenslinum. Umvælingin á virkinum á Sandi er heldur ikki heilt liug enn.

Tað er ógvuliga stórur áhugi millum fólk fyri at fáa arbeiði á teimum báðum virkjunum. Millum 110 og 120 hava søkt. Ein partur av teimum eru tøk og eru í oynni, men ein stórur partur er fólk, sum hesi seinastu árini hava verið av oynni og arbeitt. Onkrir menn hava hug at leggjast upp á land, um teir kunnu fáa arbeiði antin í Skopun ella á Sandi, og dømi eru um sandoyggjafólk, sum vóru flutt av landinum, men nú koma heim aftur, tí arbeiði aftur er at fáa.

Tá arbeiðið veruliga kemur í gongd á teimum báðum virkjunum, verður arbeiði til upp ímóti 30 fólkum á virkjunum á Sandi og til økur í saltfiskinum. Í Skopun kann væntast, at arbeiði verður til omanfyri 40 fólk.