Byrjaði sum bakari á Eiði í 1956

Koyrilærarin í Havn, Mogens Wraae, er útbúgvin bakari og kondittari. Hann kom til Føroyar at búgva í 1955 og byrjaði sum bakari á Eiði í 1956. Í 1964 flutti hann til Havnar, har hann hevur koyrt hýruvogn, selt bilar og arbeiðir sum koyrilærari

Magnus Gunnarsson

Mogens Wraae er føddur 23. mars í 1933 í danska býnum Kalundborg. Hann er útbúgvin bakari og kondittari. Hann giftist í Danmark í 1955 við Ásu Kallsoy av Eiði, sum tá gekk á húsarhaldsskúla í Haslev.
Av tí at stórt arbeiðsloysi var í Danmark, høvdu tey gjørt av flyta til Australia at búgva. Tá Mogens í 1955 kom til Føroya at heilsa upp á verforeldrini á Eiði, hitti hann svágin, Jógvan Kallsoy, sum hevði arbeitt sum kokkur. Teir gjørdu av at lata eitt bakarí upp á Eiði. Hetta var í 1956, so ætlanin um at flyta til Avstralia bleiv av ongum.
Í 1959 keypti Mogens sín fyrsta bil, ein VW buss, sum varð brúktur til at koyra bakaravørur til bygdirnar Ljósá, Norðskála og Oyri og til rutukoyring millum Eiði og Oyri.
Í 1962 gavst Mogens við at baka og keypti sær ein Studebaker stationvogn til rutukoyring og leigutúrar. Av Eiði kundi man tá koyra til Funnings og Gjáar og suður til Oyrar.
Til Havnar í 1964
Í 1964 fór Mogens at koyra hýruvogn á bilstøðini Taxa 1313 í Havn. Tá keypti hann sær ein Toyota Crown, ið var næstfyrsti Toyota bilur í Føroyum.
Í 1967 fekk hann útbúgving sum koyrilærari. Hansara fyrsti næmingur var Finn Ritter, sum í dag býr í Sørvági, tá arbeiddi hann hjá Valdemar Lützen í Havn. Frá 1968-71 koyrdi Mogens á bilstøðini Bil og frá 1971-78 arbeiddi hann á Toyota bilasøluni hjá Rósing Rasmussen í Torfinsgøtu í Havn. Tá deildin í Havn varð niðurløgd í 1978, keypti hann sær ein skúlavogn og fór at arbeiða sum koyrilærari burturav.
Hann hevði koyriskúla saman við Magnus Borðoy, koyrilærara, til Magnus doyði 1992. Fyrstu skúla-motorsúkkluna keypti Mogens í 1983 og í 1987 keypti hann ein buss til touristkoyring og leigutúrar. Hjá Mogens kann man taka koyrikort til persónbil, motorsúkklu og motorsúkklu við síðuvogni. Hann hevur ein persónbil og fýra motorsúkklur til skúlakoyringina.
Mogens hevur sera stóran áhuga fyri bilum. Á nærum hvørjum ári fer hann, saman við einum starvsfelaga í Haderslev, á altjóða bilaframsýningina í Frankfurt, har bilar av øllum sløgum verða sýndir fram. Hóast Mogens er 70 ára gamal, arbeiðir hann enn sum koyrilærari í Havn.