Áki Bertholdsen
Sunnudagin í farnu viku var seinasti dagur, loyvt var at skjóta skarv á hesum sinni.
Og møguleikanum at skjóta skarv, eru tað mong, sum draga sær gagn úr. Alt ov nógv, halda summi.
Tí hóast tey, sum kenna til viðurskiftini, ikki heilt eru á einum máli, so eru tey flestu samd um, at skarvurin í Føroyum er nógv minkaður í tali seinastu árini.
Ein av teimum, sum ikki er í iva, er Óla Jákup úr Dímun, bóndi í Stóru Dímun.
Hann sigur, at skarvur hevur altíð verið í Dímun.
? Fyri nøkrum árum síðani var heilt fitt av skarvi í Stóru Dímun.
Hann vil meta, at tað áttu eini 70-100 pør í Dímun.
? Men brádliga, fyri trimum árum síðani, var ikki eitt tað einasta par eftir. Hann var fullkomiliga horvin eftir einum ári.
Og dímunarbóndin ivast ikki eina løtu í, at tað eina og aleina er skjótingin, sum er atvoldin til, at skarvurin í Dímun varð oyddur, tí annars var hann ikki horvin so brádliga.
? Eg eri slett ikki í iva um, at tað var alt samalt skotið, tí tað er ongin onnur frágreiðing.
Hann sigur, at tað er ikki bara í Dímun, at skarvurin er minkaður í stórum. Sambært tí, hann frættir aðrastaðni frá, er standurin tann sami víða hvar.
Men hann heldur, at tað er ikki so undarligt, at skarvurin er minkaður so nógv í tali, tí skjótingin hevur vundið nógv uppá seg, og hon er eisini nógv broytt.
? Fyrr var skotið við vanligum bátum. Men nú verða skjóttgangandi bátar nógv brúktir.
? Fleiri teirra eru úr Havn og teir klára at sigla tað mesta av landinum runt upp á ein dag.
Óla Jákup í Dímun sigur, at tað er ikki óvanligt at skjóttgangandi bátar koma úr Havn, og so gera teir eina rættiliga rundferð kring tað mesta av landinum.
? Teir stima runt um Suðuroynna, runt um Dímunar báðar og runt um Skúvoynna sama dag, og tað ger veiðina so nógv effektivari, enn hon hevur verið.
Óla Jákup í Dímum sigur, at fyri einum fimm-seks árum síðani var tað ikki óvanligt at síggja skjóttgangandi bátar, einar 8-10 í tali, sigla reyv í reyv, einar fimm, seks ferðir rundan um Stóru Dímun ímeðan teir skutu tað, sum var av skarvi.
Hann minnist serliga, at árið fyri, ella annað árið fyri, sum skarvurin var oyddur í Dímun, tvs, fyri fýra, ella fimm árum síðani, var dýrdarveður fyrst í september, og tá var eitt ótal av skjóttgangandi bátum undir oynni og skutu.
? Eg sá eisini, at teir skutu upp á land og so skavaðu teir teir deyðu fuglarnar niður av helluni.
Hann leggur afturat, at tað eru summir kønir menn, sum duga á at skyna, hvat eru ungar og hvat er gamal skarvur, og teir lata tann gamla skarvin fáa frið, tí hann er ikki etandi.
? Men tað eru eisini heilt nógvir, sum ikki gera tað og sum tískil skjóta alt, sum er fyri.
Dímunarbóndin sigur, at hesi bæði seinastu árini hevur hann ikki borið eyga við skarv í Stóru Dímum.
Men í ár hevur hann so aftur sæð tvey reiður.
Bátar hava aftur verið undir oynni og skotið skarv í ár.
? Men tað kann ikki vera komið nógv burturúr, tí tað er onki at fáa, leggur hann afturat.
Skuldi verðið friðaður
Óla Jákup í Dímun er ikki í iva um, at skarvurin átti at verið fullkomiliga friðaður, í hvussu so er í nøkur ár.
? Eg eri ikki ein av teimum, sum halda, at tað er so nógv til av skarvi. Nógv siga frá tí øgiliga skarvinum, sum er, bara tí at tey vita um eini 100 pør, sum eiga onkustaðni.
? Men tey hugsa ikki um, hvussu skjótt tað er at skjóta 100 pør, við tí driftini, sum er í dag við øllum teimum skjóttgangandi bátunum.
Í øllum førum heldur hann, at veiðitíðin skuldi ikki byrjað fyrrenn seinni uppá árið.
? Nú er tað loyvt at skjóta skarv teir báðar mánaðirnar frá 1. september til 31. oktober
? Men eftir mínum tykki er tað tað ringasta av øllum, at tað er loyvt at byrja at skjóta 1. september.
? Tí summi ár er nógvur lundi ikki farin tá. Skjótingin eftir skarvi órógvar tí eisini annan fugl almikið, tá ið bátar koma heilt inn undir bergið at skjóta.
Hann heldur eisini, at tað hevði avmarkað veiðina munandi, um veiðitíðin ikki byrjaði fyrrenn t.d. 1. oktober, tí tá er veðrið eisini sum heild blivið verri.
? Tað verður í hvussu so er ongin, sum fær gleði av tí, um skarvurin verður heilt oyddur.
Er nógv minkaður
Jens-Kjeld Jensen í Nólsoy er fuglakønur sum fáur. Eisini hann er fullvísur í, at skarvurin er stórliga minkaður í tali. Og á nógvum plássum er hann heilt oyddur, tó at skarvur er til enn á øðrum plássum, meiri enn so.
? Fyri nøkrum árum síðani var skarvur javnan at síggja á Tinganesi, men tað kemur ikki fyri longur.
Hann sigur, at skarvurin er ongantíð taldur og tað er tí ómøguligt at vita, hvussu nógv er til av honum. Tað er heldur ongin, sum hevur ánilsi av, hvussu nógv verður skotið.
? Men teir, sum skjóta skarv siga, at tá ið skjótingin byrjaði í ár, var líka nógv til, sum vanligt.
Jens-Kjeld Jensen sigur, at fyrr var loyvt at skjóta skarv alt árið. Men fyri nøkrum árum síðani varð tað so aftur loyvt at skjóta skarv síðst á árinum.
Síðani eru tíðirnar fluttar eitt sindur aftur og fram, men nú er tað so frá 1. september til 31. oktober.
Skuldi byrjað seinni
Jens-Kjeld Jensen sigur, at tað ringasta fyri skarvin er, at tað er loyvt at skjóta hann frá 1. september.
? Tvs, at allan september er skarvurin einasti fuglur, sum tað er loyvt at skjóta.
? Og tað rakar stovnin ógvuliga hart, tí í ein heilan mánað eru allir byrsumúlar vendir ímóti skarvinum og bara honum.
Jens-Kjeld Jensen heldur tí, at tað skuldi ikki verið loyvt at skotið skarv, fyrrenn tað eisini varð loyvt at skjóta svartfugl, tvs. 1. oktober.
? Tí so bleiv veiðan ikki so miðvíst vent ímóti skarvinum einsamøllum.
? Tá er veðrið eisini blivið verri og tað hevði verið ein sera effektiv stovnsrøkt í sær sjálvum.
? Men tað kemur eisini heilt fitt av útlendskum skarvi higar, seinni uppá árið.
? Tað síggja vit, tí teir eru merktir. Td. er ofta nógvur útlendskur skarvur at síggja í Nólsoyarfirði, men tað er ikki fyrr enn frá hálvan november og í desember.
Jens-Kjeld Jensen sigur, at tá ið útlendskur skarvur kemur higar ein part av árinum at eta, hava vit eisini rætt at skjóta av honum.
? Men tann skarvin fáa vit als ikki gagnnýtt, tí veiðitíðin endar 31. oktober, og tað er áðrenn útlendski skarvurin er komin.
Fuglaútstapparin í Nólsoy heldur hinvegin ikki, at tað er neyðugt at friða skarvin heilt.
? Hevði tú havt spurt meg í fjør, ella í fyrrárið, hevði eg kanska svarað ja. Men eg havi sæð so frægt av skarvi aftur í ár, at eg haldi ikki, at tað er neyðugt at friða hann fullkomiliga.
Roynt til fánýtis
Jens-Kjeld Jensen sigur, at tey, sum hava áhuga í fugli, hava fleiri ferðir roynt at fáa landsstýrið at flyta tíðina, har tað er loyvt at skjóta skarv.
? Bæði Fuglafrøði-felagið og Veiðifelagið hava ferð eftir ferð skrivað landsstýrinum bræv við áheitan um at flyta dagin har veiðitíðin byrjar, frá 1. september til 1. oktober.
? So kunnu meiningarnar verða ymsar um, nær veiðitíðin so skal enda aftur, um tað so verður 31. oktober, ella seinni.
Men tað heldur Jens-Kjeld Jensen hevur minni týdning.
? Tað, sum hevur størstan týdningin er, at veiðitíðin ikki byrjar fyrrenn tað eisini er loyvt at skjóta svartfugl, tvs, 1. oktober, sigur hann.
Ólóglig veiða størsti trupulleikin
Marnar Gaard í Havn er royndur veiðimaður og honum dámar væl at skjóta fugl. Og hann er bara partvíst samdur við hinum báðum fuglamonnunum. Hann er ofta úti við báti, og hann heldur ikki, at skarvurin er nakað minkaður í tali.
Hann plagar at vera eina ferð og skjóta skarv um árið. Og tað, sum hann hevur fingið, hevur verið at kalla tað sama hvørt ár, umleið 50-60 skarvar.
Men skuldi skarvurin verið minkaður, er hann vísur í, at tað er ikki veiðan, sum er atvoldin.
Og hann heldur ikki, at tað verður friðing, sum fer at føra við sær, at skarvurin fer at vaksa í tali aftur.
? Hvussu nógv er til av skarvi, er eisini ein spurningur um, hvussu nógv er til av æti.
Hann sigur, at tað er rætt, at skarvurin er burtur nógva staðni, har hann hevur verið fyrr, eitt nú í Dímun.
Men so er skarvur komin aftur, har hann ikki hevur verið at sæð í nógv ár. Eitt nú er aftur nú rættiliga fitt av skarvi í Mykinesi, har hann ikki hevur verið til í nógv ár. Hann sigur, at skarvurin fylgir ætinum.
Men Marner Gaard er púra samdur í, at tað er rætt at bíða við at byrja at skjóta skarv til 1. oktober, tá ið tað eisini er loyvt at skjóta svartfugl.
Hann er formaður í Veiðifelagnum, og felagið hevur stóran áhuga í at varðveita fuglastovnarnar, tí annars verður heldur onki at veiða.
Sjálvur ivast hann ikki í, at størsti trupulleikin, er at tað verður so nógvur skarvur skotin ólógliga.
Hann nevnir, at nógva staðni verður byrjað at skjóta skarv longu um summarið, ella hann verður tikin á rókini.
? Hevði tað eydnast at steðga teirri ólógligu veiðuni, hevði nógv verið vunnið og so skuldi skarvurin nokk ment seg aftur. Men sjálvur veit hann ikki, hvussu tað skal gerast, tí ongin meldar og øll lata bara standa til.