Hondbóltur
Komandi vikuskifti verður aftur lagt til brots í hondbóltslandskappingini. Ein kapping, sum í mun til fleiri aðrar ferðir byrjar, áðrenn fótbólturin endar. Hetta einamest orsakað av landsdystunum, sum verða á skránni komandi vár, og sum í stóran mun fara at leggja hondbóltslandskappingina stilla í nakrar vikur.
Tvær grannauppgerðir
Og tað er ikki eiti á byrjan, sum hondbóltsárið fær. Longu í fyrsta umfarinum verða heilar tríggjar grannauppgerðir í Havn, tá Neistin og Kyndil fara at takast hjá bæði kvinnum og monnum, eins og H71 og KÍF spæla fyrsta almenna dystin í nýggju Hoyvíksøllini, har bæði liðini nú mugu sigast at hoyra til.
Føroyameistararnir úr VÍF skulu bæði hjá kvinnum og monnum royna seg ímóti Tjaldri, og endaliga verður dystur í Vági millum kvinnuliðini hjá VB og Stjørnuni, sum bæði tykjast vera langt frá styrkini, sum tey hava átt seinastu tvey-trý kappingarárini.
Skráin fyri fyrstu umførini av kappingini er annars hendan.
1. deild kvinnur
29.0914.30Neistin-Kyndil
29.0915.00VB-Stjørnan
29.0914.30VÍF-Tjaldur
06.1014.30Kyndil-StÍF
06.1015.00Stjørnan-Neistin
06.1015.00VB-Tjaldur
13.1015.00Stjørnan-Kyndil
13.1014.30Tjaldur-StÍF
13.1014.30VÍF-Neistin
1. deild menn
28.0916.00H71-KÍF
29.0916.00Neistin-Kyndil
29.0916.00VÍF-Tjaldur
05.1016.00H71-Tjaldur
06.1016.00Kyndil-StÍF
06.1016.00KÍF-Neistin
09.1016.00H71-VÍF
09.1016.00StÍF-KÍF
13.1016.00Tjaldur-StÍF
13.1016.00VÍF-Neistin
16.1016.00Neistin-Tjaldur
16.1016.00KÍF-Kyndil