Ein av fremstu leikarunum á HB liðnum seinastu árini, hevur uttan iva verið vágbingurin, Rúni Nolsøe. Vágbingur er kanska í so nógv gjørt av, tí árini á fremsta HB liðnum hava verið fleiri, enn tey á VB liðnum, men upprunin fornoktar seg tó ikki. Málburðurin hoyrir framvegis einum vágbingi til, og vinirnir í heimbygdini eru framvegis nógvir í tali.
Í fótbóltshøpi var tað eisini í VB, at navn hansara av fyrstan tíð var at síggja, og navnkunnugur mundi hann gerast í Føroyum, tá hann í 1988 trein inn á fyrstudeildarpallin.
- Egill Steintórsson var tá venjari hjá VB, og hann gav fleiri ungum leikarum møguleikan at royna seg á fyrstudeildarliðnum, greiðir Runi frá.
- Eg meini, at vit vóru einir tríggir, sum soleiðis fingu møguleikan. Umframt meg sjálvan vóru tað Bjarni Johansen og Hans Pauli Dahl, sum spældu við, og hetta var sjálvandi ein sera stór og spennandi uppliving hjá okkum. VB varð annars endað niðast í fyrstu deild árið fyri, men tá deildin varð víðkað í 10 lið, varð niðurflytingin tó av ongum.
- Afturat okkum trimum, var eisini talan um fleiri aðrar ungar leikarar, sum vóru eini trý ár eldri enn vit. Umframt at vera spennandi, gekst okkum eisini heilt hampuligt á vøllinum, og eg haldi eisini at talan var um fleiri góðar dystir frá okkara síðu.
At talan var um nakrar evnaríkar leikarar, sæst eisini væl aftur í dag, tí umframt Rúna, sum nú er liðskipari hjá HB, eru fleiri av hesum framvegis á besta VB liðnum, sum júst í hesum døgum er fremsti kappingarneytin hjá HB í stríðnum um gullkrónurnar.
Skiftið var stórt
Rúni leikti so við VB fram til 1993, og serliga minnist hann kappingarárið 1991, tá VB av álvara blandaði seg í oddastríðið, men tó at enda mátti taka til takkar við einum fjórða plássi.
- At eg gjørdi av at flyta til Havnar, hevði fleiri orsøkir. Eg flutti norður longu í 1991, og tað sigur seg sjálvt, at tað í longdini gjørdist nóg so møtumikið við allari ferðingini. Harumframt hevði HB tá eisini sett Jóannes Jakobsen sum venjara, og hetta hevði so avgjørt eisini nógv at siga í mínari støðutakan. Jóannes hevði tá verið venjari hjá okkum í VB í tvey ár, og mær dámdi hann sera væl sum venjara.
Skiftið var stórt
Tá varð annars ofta tikið til, at leikarar av bygd leitaðu sær til grannarnar úr B36, heldur enn HB, og Rúni ásannar eisini, at hetta var eitt stórt lop.
- Tað dámdi ikki øllum vágbingum eins væl, at talan gjørdist um eitt skifti til HB. Okkum spælarar ímillum var talan ongantíð um nakran trupulleika, men onkuntíð kundi hoyrast okkurt frá áskoðarunum, og tað varð eisini nógv tosað um hetta. Í dag haldi eg tó ikki, at talan er um nakran trupulleika hesum viðvíkjandi.
Sum felag hoyrir HB til tey meira sigursvandu her á landi. So at siga hvørt ár verða teir roknaðir millum favorittarnar til gullmerkini, men tað skuldu kortini ganga fimm ár, áðrenn Rúni slapp at rópa seg føroyameistara. Rúni ásannar, at talan kann vera um trýst í so máta, men at trýstið var størri enn vanligt, tá tað ikki eydnaðist at vinna meistaraheitið, heldur hann tó ikki.
- Tað var tó eitt sindur strævið, at vit fleiri ferðir vóru so nær við. Serliga var tað í 1995, tá vit so at siga vóru føroyameistarar, tá tað restaði ein minuttur í seinasta dystinum. Vit vóru á odda 2-0 á Tvøroyri, og høvdu harvið gjørt okkara, men tá GÍ so javnaði móti KÍ, brast vónin. Vit vistu beinanvegin, hvat var hent, tí fagnaðurin á TB áskoðarunum var øgiligur. Eftir dystin lupu fleiri tvørámenn inn á vøllin og klemmaðu okkum av berari frøi, tí vit ikki gjørdust føroyameistarar. Tað var so avgjørt ikki ein serliga hugalig uppliving.
- Tá vit so endiliga gjørdust meistarar í ?98 var tað ein stórur lætti. Eisini tí tað av álvara varð roknað við, at vit skuldu gera okkum galdandi hetta árið. Liðið var sera væl mannað, og hóast spælið kanska ikki altíð gekk so væl saman, so vóru vit øgiliga væl fyri, og kláraðu sum oftast at leggja stórt trýst á mótstøðuliðið. Ja, í roynd og veru haldi eg, at spælið hjá HB hevur verið betri í ár enn í 1998.
Týdningarmikil byrjan
Júst góða spælið og ikki minst úrslitini hjá HB, hava í ár tikið mong fótbóltshuga á bóli. Sum eitt undantak vóru tað fá, sum roknaðu við nøkrum skreytum frá teirra síðu í ár, og liðskiparin tykist eisini sjálvur vera eitt sindur bilsin av góðu úrslitunum.
- Tað týdningarmesta var, at vit fingu eina góða byrjan upp á kappingarárið. Eg var sjálvur eitt sindur skeptiskur undan árinum, tí so nógv fólk var farið í mun til í fjør. Tað sýntist tó, sum um leiðslan í felagnum roknaði við, at tað fór at bera til, og allir leikararnir vóru eisini til reiðar at gera sítt besta.
- Serliga var tað dysturin móti KÍ, sum var týdningarmikil. Hóast KÍ kanska hevði uppiborið betri, so megnaðu vit at standa móti trýstinum, og hetta var so avgjørt við til at lyfta sjálvsálitið hjá leikarunum.
- Høvdu vit hinvegin tapt teir báðar fyrstu dystirnar, hevði støðan ivaleyst verið ein heilt onnur, og vandi kundi kanska verið fyri einum sonnum skrædli.
- Nú gekk tað hóast alt gott, og síðani hetta hevur so at siga bert gingið framá. Hóast vit hava verið í oddinum, hevur tað eisini eydnast væl at taka ein dyst í senn, sjálvt um tað nú móti endanum illa ber til at gloyma alt um møguleikan fyri gullinum.
Venjarin og teir ungu
- Tað skal eisini leggjast afturat, at vit hava nakrar fantastiska evnaríkar leikarar í hópinum. Skal nakar takast fram um, má tað verða Jón Rói Jacobsen, sum er ein leikari, ið kann koma heilt langt. Eisini tí hann hevur tann rætta hugburðin.
- Eg haldi meg tí kunna siga, at framtíðin hjá HB er í lagi. Talan er ikki um nógvar leikarar, sum fella fyri aldursmarkinum komandi árini, men hinvegin er tað sjálvsagt ein spurningur, um allir teir ungu leikararnir verða verandi í hópinum, ella um nakar fer út um landoddarnar at royna seg.
- At enda skal eisini nevnast, at venjarin eisini eigur rós uppiborið fyri sítt avrik. Ion (Geolgau) dugir sera væl at fáa sum mest burtur úr hvørjum einstøkum leikara.
Tá tosið fellur inn á venjarar, er eisini nærliggjandi at spyrja, um tað er nakar serstakur venjari, sum Rúni heldur hevur havt størsta ávirkanina á spæl sítt, og her eru tað fleiri, sum verða tiknir upp á mál.
- Fyrst og fremst Egill Steintórsson, sum gav mær møguleikan í fremstu deildini av fyrstan tíð. Størsti eginleiki hansara var, at hann altíð fekk spælararnar at geva seg fult út. Eisini dámdi mær sera væl at hava Jóannes Jakobsen sum venjara, men tá talan er um fótbóltsligu uppalingina, haldi eg Ion vera tann, sum hevur havt størstan týdning fyri meg.
- Fyrsta árið var hann kanska dekan ov harður, og millum annað kom tað fleiri ferðir fyri, at vit vandu um morgnarnar. Við tíðini er hann tó vorðin meira fleksibul, og nú dugir hann eisini at skilja, at tað onkuntíð er soleiðis, at tað ikki ber til at koma til venjing. Samstundis dugir hann tó at halda neyðugu fjarstøðuna til leikararnar, soleiðis at okkara virðing fyri honum ikki minkar.
Støðið ikki lækkað
Fyri viku síðani høvdu vit eitt prát við KÍ venjaran, Tomislav Sivic. Hann vísti millum annað á, at eftir hansara fatan er støðið í føroysku kappingini lækka í ár, men HB liðskiparin er tó ikki samdur í hesum.
- Eg skilji ikki rættuliga, hví hann hevur ta fatan, at støðið er lækkað. Nøkur lið eru sjálvandi viknað, meðan onnur eru styrkt í mun til í fjør. KÍ var so at siga einasta oddaliðið, sum ikki tóktist vera viknað á pappírinum, men kortini eru fleiri lið, sum nú eru framman fyri teir. Millum annað vit og B36, hóast mong mettu okkum at vera viknaði nógv.
Leikararnir venja eisini alsamt meira, og hóast fleiri av fremstu leikarunum fara uttanlands, so koma eisini fleiri útlendingar til, so alt í alt haldi eg ikki, at grundgevingar hansara halda.
Sjálvgjørt
Hóast hann í mong ár hevur verið roknaður millum fremstu leikarar okkara, so hevur Rúni bert tríggjar ferðir verið á vølli fyri landslið okkara. Eitt tal, sum nógv fótbóltsáhugað halda vera alt ov lágt. Spurdur um hann sjálvur er av somu fatan, sigur hann, at tað er hann ikki.
- Talið kundi kanska verið hægri, men tað havi eg so eisini sjálvur skuldina av. Eg var við í hópinum nakrar ferðir, og spældi millum annað allan dystin, tá vit vunnu 2-1 á útivølli móti Malta. Síðani gav eg tó avboð til fleiri dystir, tí eg metti meg ikki hava tíð til vera á landsliðnum.
- Allan Simonsen gav sær eisini stundir til at práta við meg um støðuna, og hann segði tá við meg, at eg bara skuldi siga til, tá eg aftur var tøkur til landsliðsuppgávur. Hetta eru tó eini tvey ár síðani, so nú haldi eg, at tað er ov seint at venda aftur í so máta.
- Eg má tó viðganga, at fekk eg tilboðið aftur í dag, hevði støðan kanska verið ein onnur, men spurningurin er kanska, um tað er realistiskt. Aldurin talar heldur ikki fyri, at eg nú aftur skal gerast aktuellur til landsliðið, so tað er ikki nakað, sum eg dagliga hugsi um.
Sostatt er líkt til, at um landsliðsvenjarin ein dagin hevur tørv á einum miðvallara afturat, er hesin kanska ikki so langt burturi, sum hann áður hevur verið. Rúni tykist í øllum førum vera til reiðar at taka av møguleikanum, um hann skuldi komið enn einaferð.