Byrta fekk Væl á veg prísin 2013 á G!

Føroyska popp duettin Byrta hevur fingið Væl á veg-prísin í 2013. Hetta merkir m.a., at tey skulu spæla á navnframa íslendska tónleikafestivalinum Iceland Airwaves, skrivar MUSIC.fo.

 

Væl á veg prísurin var stovnaður í 2012 av G! festivalinum og Atlantic Airways, og verður givin lovandi føroyskum tónleikarum/tónleikabólkum, sum hava víst evni og førleikar til at koma langt við sínum tónleiki.

 

Í fjør var tað Benjamin, sum fekk prísin. Hetta gav honum høvi til at spæla á fleiri útlendskum festivalum. Í ár vóru 12 føroyskir bólkar tilnevndir - Benjamin, sum fekk prísin í fjør, Dánjal, Earth Divide, Frostfelt, Hamferð, HOGNI, Knút, Lover Lover, Marius, The Absent Silver King, Sakaris, Sigmund og Byrta.

 

G! festivalurin og umboð frá fleiri ymiskum stórum festivalum uttanlands atkvøða um, hvør skal hava prísin - og í ár vóru tað Byrta, sum fóru avstað við flestu atkvøðunum.

 

Soleiðis skrivar Byrta á teirra Facebook síðu um heiðurin, tey hava fingið:

 

-Vit eru so spent og glað! Vit fingu eisini sera gott ummæli í íslendskum bløðum herfyri, so tað sær ikki mætari út enn, at Ísland er til reiðar at møta okkum! :-)

 

Kelda: MUSIC.fo