Café Natúr letur upp aftur

Café Natúr, sum hevur verið stongt í eina tíð, letur upp aftur fríggjadagin

Café Natúr, sum liggur á Áarvegnum í Havn, fer nú at lata upp aftur.

 

Hetta verður fríggjadagin, tá Café Natúr letur dyrnar upp, eftir caféin hevur verið stongd í eina tíð. 

 

Tað eru Rúni Djúrhuus og Háldan Haldansen, ið eiga og reka náttklubbarnar Rex og Luux, sum nú fara at leiga hugnaligu húsini á Áarvegi 1 frá Føroya Bjór.

 

Longu í næstu viku byrjar virksemi í Café Natúr.

 

Fyri eini seks árum síðani valdu somu menninir at steðga við caféini, eftir at teir høvdu rikið hana í nøkur ár. Men nú hava teir aftur hug til at fáa caféina upp at koyra. Síðani 2007 hava fleiri onnur rikið caféina.

 

- Vit velja at byrja aftur við Café Natúr, tí vit meta, at tað eigur at bera til at reka staðið júst sum í gomlum døgum, tá vit høvdu caféina. Hølini eru góð, og so liggur húsið eisini ótrúliga væl fyri í Havnini, sigur Rúni Djurhuus.

 

Ætlanin er, at staðið skal rekast eins og áður, tá Rúni Djurhuus og Háldan Haldansen høvdu caféina.

 

- Hetta skal verða tað góða gamla Café Natúr, júst sum tey flestu kenna tað, og hvørja viku fara ymiskir trubadurar at spæla, sigur Rúni Djurhuus, sum hevur fingið fleiri av teimum helt kendu føroysku tónleikarunum at framføra í desember mánaði.

 

At byrja við fer Café Natúr at hava opið frá klokkan 17.00 hvønn dag, har eisini ber til at fáa okkurt til matna. Sambært Rúna Djurhuus verða upp- og afturlatingartíðirnar broyttar frá januar mánaði, og somuleiðis verður matarskráin størri og annarleiðis.

 

Dyrnar lata upp fríggjadagin 29. november klokkan 17.00. Hetta fyrsta kvøldið fer Jens Marni Hansen at undirhalda við sínum tónleiki á caféini.