Cantat-3 - ljósleiðarasamband við umheimin

Tað var í 1994, at ljósleiðarakaðalin kom á land í Tjørnuvík. Í nýggjasta innanhýsisblaðnum hjá Føroya Tele, Krossfeltið, skrivar Einar Vang um ljósleiðarakaðalin

Í 1994 kom tann sokallaði Çantat-3 kaðalin á land í Tjørnuvík. Cantat-3 er ein sjókaðal við ljósleiðarum (fiprum), sum liggur millum Canada, Ísland, Føroyar, Ongland, Danmark og Týskland. Orsøkin til, at kaðalin kemur í land í Tjørnuvík er, at Cantat-3 høvuðskaðalin liggur norðan fyri Føroyar, og var stytsta leið at taka hann í upp har.

Føroya Tele hevur bert beinleiðis telefonsamband við Danmark, t. v. s. um vit tosa í telefon við umheimin. sp er ta- aæt?o- i,vegos Dam,arlø Ta- eri tveor vegir, vit hava samband við Danmark, annaðhvørt ígjøgnum satelitt via Húsareyn ella ígjøgnum Cantat-3 í Tjørnuvík.

Kaðalin, sum kemur í land í Tjørnuvík, er 6,8 cm í diametur, men sjálvar fiprarnar eru bert 0,25 mm, restin er verja, soleiðis at fiskireiðskapur o. a. ikki skal skaða kaðalin.

Við tí framkomnu tøknini hava vit møguleika at koyra 2,5 Gb ígjøgnum hendan sera tunna fipurin. Transmissiónsferðin er 2,5 Gb, sum svarar til umleið 30.000 telefonræsir (64kb), sum kunnu nýtast til telefoni ella data. Til vanliga telefonsamrøður verður ein rás brúkt, t. v. s. umleið 30.000 samstundis telefonsamtalur.

Ljósið, sum verður koyrt ígjøgnum ein slíkan fipur, verður dempað spakuliga, tá ið ljósið hevur ferðast umleið 85 km, má tað styrkjast upp, tí eru fleiri styrkjarar á Cantat-3, hesir styrkjarar mugu hava streym, tí liggur ein streymleidningur saman við fiprunum í sama sjókaðali. Fyri at vit kunnu veita streym til hesar ljósstyrkjarar, hava vit tvær streymveitingar í Tjørnuvík, har onnur er eyka. Hesar streymveitingar eru tilsamans umleið 2,5 metur høgar og 4 metrar breiðar.

Til at skilja data (harí telefoni) úr fiprunum í Tjørnuvík, hava vit »muxar«, sum eru førir fyri at skilja data úr fiprunum, hesir muxar eru umleið eins stórir og streymveitingarnar. Data, ið vit taka upp í Tjørnuvík, verða so førd til Hvnar via tað interna fipurnetið, vit hava í Føroyum.

Meðan hinar Cantat-3 støðirnar dagligar eru mannaðar, eru vit bert í Tjørnuvík, tá ið okkurt brek er og annars sætta hvønn dag fyri at kanna og goyma allar hendingar á Cantat-3 niður á diskil.

Vit, sum arbeiða í Tjørnuvík, eru Martin Rasmussen, Tórur Jørgensen og Einar Vang frá støðardeildini í Havn, Sofus Nielsen og Martin Mikkelsen úr Søldarfirði.

Av tí at vit eru so sjáldan í Tjørnuvík, eru vit ikki í so góari venjing, tá ið okkurt skal gerast har. Tá tað ikkibert er okkara uttanlandssamband, sum verður avbrotið, tá ið skeivt verður borið at í Tjørnuvík, men eisini sambandið millum hini londini, sum eru knýtt at Cantat-3, er av alstórum týdningi, at rætt verður borið at, tá ið arbeitt verður har.