>>Captain Fantastic!<<

Fróði Benjaminsen prógvaði aftur leygardagin, at hann er tann føddi liðskiparin. Hann skeyt tvey mál og gekk undan á sínum liði

Fróði Benjaminsen er føroyska útgávan av >>Captain Fantastic<<, sum er eyknevnið hjá Steven Gerrard úr Liverpool.
Tað er eingin í føroysku kappingini, sum stendur manninum við 10-talinum hjá HB kurl.
Var tað ikki staðfest frammanundan, so slóð hann tað rimmarfast við sjeytummaseymi í Gundadali.
Hann líktist aftur hesa ferð burtur úr á vøllinum. Ein sannur vinnari. Stríðshugaður og heilhjartaður á miðvøllinum. Djarvur og rann ongantíð undan mótstøðumonnunum. Krøkti bóltin frá teimum. Maskinmeistarin í maskinrúminum. Øðrvísi enn hinir. Las flytingarmynstrini og renniteinarnar hjá viðleikarunum. Tók ferðina úr spælinum, tá tørvur var á tí. Setti ferð á í umstillingsspælinum. Málsøkin.
Tann føddi liðskiparin.

Afturhaldin
Fróði Benjaminsen er bersøgin í sínum spæli.
Men tað er hann ikki í viðtalu við fjølmiðlarnar aftaná dystin.
Hann sigur ikki nógv. Ger skjótt av og grundgevur ikki óneyðugt.
Tað tykist ikki sum, at honum dámar at vera í andglettinum. Hann vil helst, at úrslitini tala sína søk.
Tað riggar væl og virðiliga.

Málini
Fróði Benjaminsen, sum hevur fingið sína uppaling á Svangaskarði á Toftum, gekk undan hjá føroyameistarunum í oddadystinum leygardagin.
Miðvallarin tóktist ikki petti trýstur, tá hann sendi brotssparkið trygt framvið András Gango.
Minuttin undan hvíldini lat hann seg aftur fagna av sínum viðhaldsfólkum. Hann setti rúkandi ferð á bóltin úr 25 metrum, sum fór framvið sakleysa málverjanum og í málið.
Soleiðis snaraði hann úrslitinum á eftir lítlari løtu.
Aftaná hvíldina fór hann í leiklutin sum bóltvinnari. Og aftur royndist hann væl.

Stóra ávirkan
Fróði Benjaminsen hevur átt høvuðsleiklutin á føroyska fótbóltspallinum í hesum kappingarárinum.
Hann hevur verið betri enn hinir, og tað er ein av orsøkunum, at HB er nú á meistarakós.
Tú veit so at siga altíð, hvat tú fær frá honum. Benjaminsen er sera støðugur í sínum avrikum, og tað er sjáldan, at hann spælir undir sítt støði.
Tað merkist eisini ofta, at mótstøðumenninir hava virðing fyri honum. Annað hvørt sæst tað, tí teir ofta skumpa meira undir hann fyri at steðga honum.
Ella er virðingin so stór, at teir renna nærmast undan.
Aftaná at vunnið nærdystirnar móti Jann Inga Petersen og Justinus R. Hansen, sum stríddust mannliga á miðvøllinum hjá NSÍ, fer hann nú við føroyska landsliðnum til Slovenia, har hann skal takast við enn sterkari mótstøðuleikarar.
Men honum líkt, so ræðist hann neyvan heldur ikki tað uppgávuna.


FAKTA

Navn: Fróði Benjaminsen
Føðingardagur: 14. desember í 1977
Aldur: 32 ár
Pláss: Verja og miðvøllur
Felag: HB
Landsdystir: 62 dystir
Mál á landsliðnum: 3 mál

Yrkisleið:

1994: B68, 4 dystir
1995: B68, 10 dystir
1996: B68, 22 dystir / 3 mál,
1997: B68, 24 dystir / 3 mál
1998: B68, 22 dystir / 9 mál
1999: B68, 23 dystir / 4 mál
2000: B68, 18 dystir / 8 mál
2001: B68, 23 dystir / 15 mál
2002: B68, 24 dystir / 5 mál
2003: B68, 23 dystir / 6 mál
2004: Fram Reykjavík, 16 dystir / 3 mál
2005: B36, 27 dystir / 7 mál
2006: B36, 23 dystir / 11 mál
2007: B36, 29 dystir / 9 mál
2008: HB, 23 dystir / 6 mál
2009: HB, 29 dystir / 11 mál
2010: HB, 27 dystir / 12 mál

kelda: www.faroesoccer.com