- Carlos Tevez kann ikki spæla fyri okkum aftur

Tað segði venjarin hjá Manchester City, Roberto Mancini, eftir rokið á bonkinum í 2-0 Champions League tapinum móti Bayern Munchen í gjár. Carlos Tevez avsannar, at hann noktaði at lata seg skifta inn.

 

Tað hevur verið tann eina kreppan fyri og ein onnur eftir við Carlos Tevez, síðani hann skifti til Manchester City frá grannunum Manchester United. Í gjár kókaði tað yvir hjá Roberto Mancini, tá Carlos Tevez at síggja til ikki vildi inn, tá hann skuldi skiftast inn.

 

- Um ein leikari, ið tjenar nogvar pengar fyri at spæla fyri Manchester City í Champions League uppførir seg soleiðis, kann hann ikki umboða Manchetser City aftur – nakrantíð, segði ein óður Roberto Mancini eftir dystin.

 

Carlos Tevez avsannaði eftir dystin, at hann noktaði at fara á vøllin.

 

- Eg hitaði upp og var klárur at fara á vøllin. Hetta er ikki tíðspunktið at tosa um hví eg ikki kom á vøllin, men eg noktaði ongantíð at fara á vøllin, segði Carlos Tevez eftir dystin í Munchen í gjár.

 

Roberto Mancini segði at hann ein av komandi døgunum fer at tosa við Khaldoon al-Mubarak, sum er nevndarformaður í Manchetser City.

 

- Ein av komandi døgunum fari eg at tosa við Khaldoon, tí hann tekur allar avgerðirnar í felagnum, men lat meg spyrja tykkum ein spurning. Halda tit at ein leikari í Bayern Munchen, AC Milan ella Manchester United hevði sloppið at uppført seg soleiðis? Svari er nei, segði ein óður Roberto Mancini at enda.

 

Carlos Tevez hevur tvær ferðir gjørt greitt, at hann ikki vil halda fram í felagnum. Seinast var í summar.