Real Madrid hevur leitað sær eftir nýggjum málverja síðani Iker Casillas, sum annars hevði verið í felagnum í 16 ár, í síðstu viku fór úr felagnum og framyvir skal spæla við FC Porto í Portugal.
Avloysarin er nú funnin. Tað verður 28 ára gamli Kiko Casilla, sum skal taka dystin upp við Keylor Navas um at sleppa at byrja í málinum hjá Real Madrid.
Casilla kemur frá Espanyol og hevur skrivað sáttmála fram til 2020. Hann hevur áður verið partur av ungdómsdeildini í júst Real Madrid.