Brasilski forsetin, sum júst hevur vitjað kubanska leiðaran, sigur, at Castro er til reiðar at taka róðrið aftur Tað hevur leingi verið ein dreymur hjá brasilska forsetanum at sleppa at tosa við Fidel Castro, og í gjár eydnaðist tað.
-Eg vænti, at Fidel fer at taka við politisku leiðsluni skjótt, segði Luiz Inacio Lula da Silva aftan á fundin. Castro hevur verið sjúkur leingi, og hesa tíðina hevur bróðurin Raúl havt politisku leiðsluna í Kuba.
Brasilski forsetin sigur, at tann 81 ára gamli Fidel Castro tykist vera komin fyri seg aftan á ta longu sjúkraleguna.