Cecilia og Marius vunnu Ólavsøkusvimjingina 2014

 

Ólavsøkuaftan skipaði Havnar Svimjifelag fyri kappsvimjing á Havnarvág, fyri fimtu ferð síðan hesin táttur varð tikin upp aftur í 2010. 

 

Svomið varð góðan 400 metrar framvið Molanum, frá rampuni ytst úti og inn í Krókin. Tey vóru eini 21 sum lupu á bláman, og 20 sum fullførdu teinin.

 

Skjótast vóru tey bæði Cecilia Eysturdal úr Ægir og Marius Ihlen Gardshodn úr Havnar Svimjifelag, sum fingu júst somu tíð 4:55.6.

 

Hetta var nýtt met hjá kvinnum, har Cecilia og Lív Eidesgaard áttu metið frá 2012 og 2013, á 5:27.8. Magnus Jákupsson eigur metið hjá monnum, á 4:18.0 frá kappingini í 2011.

 

Og her skal at nevnast, at Cecilia svam ikki í vátdrakt, men í vanligari kappsvimjidrakt. Vátdraktir eru umframt heitari eisini væl skjótari, tí at bjálvingarevnið fær svimjaran at flóta betri í sjónum.

 

Í kappingini fyri svimjarar eldri enn 25 ár vórðu Randi Holm og Andrass Thomsen úr Havnar Svimjifelag skjótast, bæði við stórari betring av viðkomandi bólkameti.

 

Randi svam 8:04.4, har Anja Joensen átti metið á 8:44.0 frá kappingini í 2012, og Andrass svam 5:02.4, har Remi Lamhauge átti metið á 6:16.8 frá kappingini í fjør.

 

Og tey vóru nógv sum settu persónlig met eisini.

 

Kvinnur 

  1. Cecilia Eysturdal 4:55.6 - met
  2. Vár Erlingsdóttir 5:00.4
  3. Signa Vár Dávadóttir 6:46.9

 

Kvinnur 25 ár og eldri 

  1. Randi Holm 8:04.4 - bólkamet
  2. Elin Olsen 8:52.3

 

Menn 

  1. Marius Gardshodn 4:55.6
  2. Bartal Erlingsson 6:33.3
  3. Teitur Winther 8:54.2

 

Menn 25 ár og eldri

  1. Andrass Thomsen 5:02.4 - bólkamet
  2. Janus T. Olsen 5:11.3
  3. Jon Hestoy 5:25.4
  4. Ólavur Paulason 5:42.9
  5. Erling Eidesgaard 5:49.1
  6. Remi Lamhauge 5:50.9
  7. Sámal Olsen 6:12.9
  8. Uni Petersen 6:22.5
  9. Bergleif Sólsker 6:57.8
  10. Ingi Andreasen 7:01.8
  11. Leivur Michelsen 7:59.4
  12. Jón Kragesten 9:43.4