Cédric er givin í Klaksvík

KÍ og miðverjin Cédric Yambéré hava í dag gjørt avtalu um, at hann gevst í KÍ og fer heim til konuuna og børnini í Bordeaux

Í gjárkvøldið fall KÍ í europeisku kappingini, tá ið tað í finska høvuðsstaðnum Helsingfors endaði við 2-1 tapi ímóti HJK Helsinki, sum heldur fram í Conference League við samantaldum 4-3 málmuni.

 

Harvið er tað greitt, at tað hjá KÍ restina av hesum kappingarárinum snýr seg um sjey umfør í landskappingini.

 

Í dag boðar KÍ frá, at miðverjin Céderic Yambéré nú fer til hús. 33 ára gamli franski miðverjin hevur sambært FaroeSoccer verið við í 14 landskappingardystum. Í teimum skoraði hann fýra mál. Í Champions League spældi hann fýra dystir, í Europa League spældi hann tveir dystir, og í Conference League spældi hann tveir dystir.

 

Cédric Yambéré heilsar klaksvíkingum og KÍ viðhaldsfólkunum soleiðis á KÍ heimasíðuni:

 

- Góðu klaksvíkingar, tíðin er komin til, at eg fari heim aftur til mína kæru familju. Eg hevði viljað, at mítt ævintýr í KÍ endaði øðrvísi, men eg má ásanna, at fótbóltur kann eisini vera eirindaleysur, sigur Cedric.

 

- Eg gloymi ikki, at frá fyrsta degi í Klaksvík kendi eg meg sera vælkomnan í KÍ-familjuna. Liðfelagar og áskoðarar hava tikið ímóti mær við opnum ørmum. Tíðarskeiðið her í KÍ fari eg at minnast alt lívið við gleði. Eg vil nýta høvi at takka leiðslu, spælarum og áskoðarum fyri tíðina og ynski felagnum alt tað besta framyvi, sigur Cédric Yambéré.

 

Tað hevur verið kent í felagnum, at leikarin hevur longst heim. Flytingarvindeygað í Fraklandi letur aftur í kvøld, so nú var lagaliga løtan at enda samstarvið. KÍ takkar Cedric fyri tíðina og ynskir honum framhaldandi góða fótbóltsleið, skrivar KÍ á ki.fo.