Champions League: Aalborg-Füchse Berlin beinleiðis á DR2

Spennandi oddadystur í bólki A er á skránni í Gigantium í Aalborg

Savnsmynd

Liðið hjá Hákuni West av Teigum, Füchse Berlin og greiða oddaliðið í bestu donsku hondbóltsdeildini, Aalborg bresta saman í bólki A í Champions League í kvøld.

 

Klokkan 17.45 byrjar oddadysturin í bólki A í Gigantium í Aalborg. Füchse Berlin er fremst við 20 stigum, og Aalborg er næstfremst við 19 stigum. Bæði liðini hava tryggjað sær at enda millum tvey tey ovastu liðini, og sleppa sostatt beinleiðis til fjórðingsfinalurnar.

 

Aalborg hevur eina pinkalítla favorittstøðu undan dystinum. 

 

Til ber at fylgja spenninginum í Gigantium á DR2. Sendingin byrjar klokkan 17.35. 

 

 

 

Savnsmynd