Nú nærkast toskakvøldini Heima í Havn

Aftur í vár verður skipað fyri serstøkum Føroyabankakvøldum á matstovunum Heima í Havn, fiskamatstovuni, Barbaru og Áarstovu, sum er beint hinumegin túnið

Í vár verða kvøldini 27. og 28. mars, og hesaferð verða tey á báðum matstovunum. Hetta eru tiltøk, sum eru sera væl umtókt, og har plássið til bílegging er avmarkað.

 

Umleið hálvan mars fer havrannsóknarskipið, Jákup Sverri, á Føroya Banka at gera regluligar váryvirlitstrolingar, og tá plagar skipið at hava nakað av toski, hýsu og øðrum fiskasløgum heimaftur við sær.

 

Sum altíð er stórur áhugi og spenningur um, hvussu hesin túrur roynist, tí serstaki toskurin á Føroya Banka hevur gjøgnum mong ár havt ein serstakan áhuga.

 

Tað hava Føroyabankakvøldini í Barbaru og Áarstovu eisini, og her ræður um at bera seg skjótt at, um tú vilt tryggja tær ein bita av hesum fantastiska tilfeingi av Bankanum.

 

Bæði í Barbaru og á Áarstovu hava tey sett saman forvitnisligar matskráir í sambandi við kvøldini, sum nú nærkast, og her niðanfyri fæst ein ábending um, hvussu matskráirnar hesaferð síggja út.

 

Hetta er 12. árið, at Føroyabankakvøld verða á matstovunum Heima í Havn. Øll hesi árini hava royndir flekjarar úr Leirvík syrgt fyri, at fiskurin, sum havrannsóknarskipið hevur við sær heim av Bankanum, verður skorin.

 

Teir hava eisini lagt mongum ungum kokkanæmingum lag á, hvussu bankatoskurin best verður handfarin.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##