EHF Champions League: Elias skrivaði hondbóltssøgu

Fyri fyrstu ferð í søguni hevur ein føroyskur landsliðsleikari spælt dyst og skotið mál í EHF Champions League

Elias Ellefsen á Skipagøtu hevur í kvøld skrivað føroyska hondbóltssøgu.

 

Elias er fyrsti leikarin, ið spælir við føroyska landsliðnum, ið hevur spælt dyst og hevur skotið mál í EHF European League.

 

Elias og liðfelagarnir í THW Kiel spældu í kvøld á útivølli fyrsta dystin í bólkaspælinum í EHF Champions League hetta kappingarárið.

 

Dysturin var móti kroatiska liðnum, Zagreb.

 

Kiel vann ein greiðan 30-23 sigur. Í steðginum var Kiel á odda 16-9.

 

Elias skoraði tvey mál umframt at leggja upp til onnur mál.