info
Ongi úrslit

Sverri legði bragdliga fyri

OL rógving: Føroyski rógvarin vann seg lættliga í fjórðingsfinaluna

Jóannes Hansen
27. juli 2024 kl. 09:25

Við føroyskum og donskum eygum var starturin á olympisku leikunum góður í morgun. Sverri S. Nielsen hevur verið á vatninum, og hann hevur kvalifiserað seg at vera við í fjórðingsfinaluni.

Tað var eitt sindur av fjáltri á, tá ið Sverri Sandberg Nielsen og teir, hann kappaðist við, løgdu at startinum í París í morgun. Spurningurin var, hvussu tað fór at vera hjá føroyska rógvaranum, sum er ein tann fremsti og kanska tann fremsti millum donsku umboðini í rógving í olympisku kappingini.

Orsøkin var, at Sverri í gjár segði, at pína í ryggingum var orsøk til, at hann seinastu vikuni ikki rættiliga hevur fingið vant.

Men í morgun bendi avrikið als ikki á, at miðvingurin í danska bátinum var darvaður av pínu í ryggingum.

Sverri Sandberg legði bragdliga fyri. Hann stakk seg beinanvegin framum hinar, og sum kappingin á 2000 metra teininum leið, so  varð leiðslan alt meiri sannførandi.

Tá ið hálvur teinurin var rógvin, ar tað mest sum leyst aftur til næstu avbjóðararnar, og fram ímóti málinum var tað bara kapping um næstfremsta plássið. Sverri S. Nielsen spurtaði fyri at royna, hvussu ryggurin hevur tað, og hann vann so sera sannførandi.

Myndin er ikki tøk

 

Mest lisið hesa vikuna

14 ára gamal lat lív í ferðsluvanlukku í Klaksvík

18. september kl. 19:15

Hesi eiga Varð­an – og hesi sita nú við borð­endan

18. september kl. 12:21

Myndir: Soleiðis sær nýggja rúsan út

21. september kl. 18:15

Leiting eftir fýra fólkum í Noregi: Báturin funnin tómur

19. september kl. 22:26

Umhugsa at taka leitingina uppaftur

21. september kl. 10:15

Eg góðtaki ikki at verða lagdur undir korrupsjón

22. september kl. 23:15

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Nations League: Átta dystir eru leiktir í dag

41 minuttir síðan
Fótbóltur

Haaland gjørdi munin tá Noreg vann á Danmark

58 minuttir síðan
Hondbóltur

VIDEO: Trúgvi Hávardsson var stóra hetjan hjá HK

1 tími síðan
Tíðindi

Árni Andreasen gevur nýggjan sang út

1 tími síðan
Tíðindi

Tjóðveldi vil taka løgregluna heim í 2028

2 tímar síðan
Tíðindi

El Niño: Hitin kann kosta 451.000 mannalív

3 tímar síðan
Tíðindi

Kjøtið dýrkað nærum átta prosent

4 tímar síðan
Lesarabrøv

Vit kunnu ikki lata standa til, til hóttanin er í okkara túni

5 tímar síðan
Tíðindi

Faðir og dóttir á býráðsfundi

5 tímar síðan
Fótbóltur

Fjepparafelagið "Skansin" stuðlar Eydnudeildini

6 tímar síðan
Tíðindi

Hægri rentur og prísir minka um keypiorkuna hjá føroyingum

7 tímar síðan
Tíðindi

Søkt verður eftir nýggjum stjóra til Vørn

7 tímar síðan