Champions League: Füchse Berlin hevur framvegis fult stigatal

Hákun West og liðfelagarnir vunnu eisini á Sporting á heimavølli

Fyri aðru innan eina viku spældi Füchse Berlin dyst móti portugisiska liðnum, Sporting í bólki A í Champions League. Í kvøld var tað í Max Schmelling høllini í Berlin.

 

Tað eydnaðist Füchse Berlin at vinna áttanda sigurin á rað. Í kvøld gjørdist talan um ein 33-29 sigur á Sporting. Í steðginum vóru berlinarnir á odda 16-13. 

 

Füchse Berlin hevur 16 stig á fyrsta plássinum. Aalborg er við 13 stigum næstfremst í bólkinum. 

 

Sunnudagin klokkan 14 spælir Füchse Berlin dyst á útivølli í bundesliguni móti Rhein-Neckar Löwen.