Champions League: Füchse Berlin tryggjaði sigurin í seinasta sekundinum

Hákun West av Teigum var effektivur í kvøld

Tað gekk akkurát hjá Hákuni West av Teigum og liðfeløgunum í Füchse Berlin í Champions League dysti á heimavølli í kvøld.

 

Í Max Schmelling høllini eydnaðist tað Füchse Berlin at vinna 32-31 á rumenska liðnum, Dinamo Bukarest. Tobias Grøndahl skoraði sigursmálið við einum brotskasti beint áðrenn hallarlúðurin ýldi. Füchse Berlin var aftanfyri 16-18 í steðginum, og tað leikaði javnt á allan seinna hálvleik. 

 

Hákun var effektivur í kvøld. Hann fekk fýra málmøguleikar, og hann setti allar í netið. Mathias Gidsel var toppskjútti hjá Füchse Berlin við 11 málum.

 

Füchse Berlin er fremst í bólki A við átta stigum fyri fýra dystir. 

 

Komandi sunnudag klokkan 15.30 hevur Füchse Berlin dyst í Max Schmelling høllini. Tá verður talan um dyst í bundesliguni móti Minden.