Champions League: KÍ møtir einum av hesum fýra

Lutakastið til fyrsta umfar í Champions League verður í morgin klokkan 11

Lutakastið til fyrsta umfar í Champions League kappingini verður í morgin klokkan 11. Tað er nú greitt hvørjum fýra feløgunum KÍ kann møta. Klaksvíkingar eru í bólki 5, har tað eru fýra styrkismett, og so KÍ og trý onnur, sum ikki eru styrkismett.

Tey eru Molde úr Norra, Dundalk úr Írlandi, Slovan Bratislava úr Slovakia ella Sūduva úr Litava. Molde er styrkismett sum tað sterkasta av hasum fýra liðunum. Søgan í Evropa sigur at Sūduva úr Litava er veikasta mótstøðuliðið av hasum fýra.

Dystirnir í 1. umfari í Champions League verða spælir 18. ella 19 august. Lutakastið er avgerandi fyri um KÍ fær heimavøll ella útivølli. Tað verður bara ein dystir fyri hvørja uppgerð.

Bólkur 5:

Styrkismett:

Molde (Norra)

Dundalk (Írland)

Slovan Bratislava (Slovakia)

Sūduva (Litava) 

Ikki styrkismett:

Flora (Estland)

KÍ (Føroyar)

Celje (Slovenia)

KuPS (Finnland)