Team Rynkeby Føroy­ar møtti stór­um blíð­skapi í Vági

Tað var Alice Hansen úr Vági, sum vegna Team Rynkeby Føroyar tók ímóti gávuni frá Vágs kommunu

 

Í vikuskiftinum vitjaði Team Rynkeby Føroyar í Suðuroynni, sum liður í árligu innsavningini av pengum til børn við álvarsomum sjúkum.

 

Tá súkklararnir komu til Vágs, tók Vágs kommuna væl ímóti teimum.

 

- Vit bjóðaðu teimum ein góðan døgurða, og eftir ein drúgvan túr fingu tey eisini møguleika at svimja og hvíla seg í Páls Høll.

 

Borgarstjórin í Vágs kommunu, Bjarni Johansen, segði nøkur orð og handaði Team Rynkeby Føroyum eina peningagávu til stuðulsarbeiðið.

 

- Tað var Alice Hansen úr Vági, sum tók ímóti gávuni vegna Team Rynkeby Føroyar, siga tey í Vágs kommunu í dag.

 

Lagt verður aftrat, at í ár eru fýra luttakarar úr Suðuroynni við í Team Rynkeby Føroyar, og hetta gjørdi vitjanina serliga hátíðarliga.

 

- Tey vóru fegin um blíðskapin og góðu móttøkuna í Suðuroy og staðfestu, at stuðulin og frá Vágs kommunu veruliga styrkir teirra arbeiðið.