Í annaðkvøld klokkan 19.45 spælir KÍ fyrra dystin í øðrum undanumfarinum í Champions League.
Dysturin á vøllinum við Djúpumýru í Klaksvík verður móti litavisku meistarunum, Kauno Zalgiris.
FM1 sigur beinleiðis frá dystinum.
Um KÍ megnar at knógva ein samlaðan sigur á Kaono bíðar eitt mótstøðulið úr Sveis ella Kroatia í triðja undanumfarinum.
Tað verður nevnliga vinnarin av uppgerðini millum Thun úr Sveis og Dinamo Zagreb, ið bíðar vinnaranum av uppgerðini millum KÍ og Kauno Zalgiris.











