Nýggi forsætisráðharrin lækkar skattin á elrokningini

Nýggi bretski forsætisráðharrin, Andy Burnham, ætlar at lækka skattin á elrokningini hjá bretum komandi vetur.

Tað boðar bretska stjórnin frá í morgun.

 

Hetta er fyrsta ítøkiliga politiska átakið hjá Burnham, síðani hann í gjár varð tikin í eið sum forsætisráðharri. Í fyrstu røðu síni lovaði hann at geva bretum eitt fíggjarligt andarúm.

 

– Eg lovaði at geva fólki eitt fíggjarligt andarúm, og tað er júst tað, sum vit boða frá á mínum øðrum degi sum forsætisráðharri.

 

– Vit fara nú undir at lækka skattin á elrokningini, geva fólki meira at liva fyri og endurreisa vónina, sigur Andy Burnham á heimasíðuni hjá bretsku stjórnini.

 

Skattalættin kemur í gildi í oktober og skal minka um útreiðslurnar hjá húsarhaldunum til el.

 

Andy Burnham tók í gjár við sum bæði forsætisráðharri og leiðari í Labour eftir Keir Starmer.