Nú verður tað torført hjá føroyingaliðnum, Mjällby at vinna seg til Play Off umfarið í Champions League.
Á heimavølli í Hällevik tapti Mjällby 1-2 fyri slovakiska liðnum, Slovan Bratislava í fyrra dystinum í triðja undanumfarinum í Champions League.
Áki D. Samuelsen fekk 90 minuttir á vøllinum, meðan Martin Agnarsson sat á beinkinum allan dystin.
Elliot Stroud fekk Mjällby á sigurskós upp á eitt brotsspark í 61. minutti. Men 17 minuttir seinni javnaði Slovan Bratislava, og tríggjar minuttir inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat skoraðu teir sigursmálið.
Returdysturin verður leiktur í Bratislava komandi týskvøld klokkan 19.15.
Eydnast tað ikki Mjällby at vinna dystin, so skulu teir spæla Play Off dystir um at sleppa í deildarspælið í Europa League.
HER eru hæddarpunktini frá dystinum Mjällby-Slovan Bratislava 1-2 (0-0):
##med2##











