Kravið undan seinna miðumfarsdystinum móti Danmark var, at Føroyar fingu stig, so okkara kundu vinna seg í fjórðingsfinalurnar í U18 EM-endaspælinum í Serbia.
Tað eydnaðist tíverri ikki. Danmark vann 32-27 aftaná eitt heiðurligt føroyskt avrik. Føroyska liðið fekk eina ræðuliga byrjan, har Danmark legði seg á odda 6-0. Men okkara fótaðu sær eftir hetta og góvu Danmark skarpan gang tað sum eftir var av dystinum, men tað seinasta manglaði í fyri at fáa stig.
Danmark hevði undan dystinum móti Føroyum longu tryggjað sær sætið í fjórðingsfinaluni, men teir tóku als ikki lætt upp á uppgávuna móti Føroyum.
Danmark var á odda 16-13, og teir megnaðu at halda eina frástøðu allan seinna hálvleik. Danmark fekk eisini væl fleiri dómaraavgerðir við sær, og tað gjørdi ikki arbeiðssetningin hjá okkara lættari.
Føroyar endaðu á einum triðja plássi í millumbólki 3. Danmark vann bólkin við seks stigum, Spania hevur fýra stig, meðan Føroyar og Pólland hava eitt stig hvør. Føroyar hava tó betri málmun enn Pólland.
Nú skulu Føroyar spæla um endastøðurnar millum nummar níggju og 16, og rættin at spæla í U19 HM-endaspælinum komandi summar. Og tað er sanniliga nógv at spæla fyri.
Føroyar-Danmark 27-32 (13-16)
Føroyar: Boas Ellefsen á Skipagøtu 12, Gabriel Skeel Árnason 5, Jónas Fossábrúgv 3, Gilli Reginsson 2, Axel Holm Simonsen 1, Mortan Eyðunarson 1, Teitur Poulsen Hellisdal 1, Hugin Halgirsson 1, Jóan Petur Mortensen.











