Í kvøld verða tær seinastu tvær fyrru 1/16 finalurnar í endaspælinum í Champions League. Spanska Sevilla tekur ímóti Manchester United, meðan ukreinska stórfelagið, Shakhtar Donetsk, fær vitjan úr italska høvðusstaðnum av AS Roma.
Í bretskum miðlum verður nógv tosað um, at Manchester United seinastu tveir útidystirnar í Premier League hevur tapt fyri Tottenham og Newcastle. Serliga hevur Paul Pogba verið fyri kritikki. Nú verður mett, at hann er lykilin til ein sigur í kvøld, tí spælir hann væl, so ávirkar tað alt liðið.
Alexis Sanchez spælir í kvøld sín fyrsta dyst í Champions League fyri Manchester United, eftir skiftið frá Arsenal. Venjarin hjá Manchester United, José Mourinho, segði á tíðindafundi í gjár, at hann ikki er byrjaður at droyma um at vinna Champions League enn. Hann sigur, at kann tú gera, um tú kemur í fjórðingsfinalurnar.
Higartil hava ensku feløgini staðið seg væl. Liverpool og Manchester City vunnu ávikavist 5-0 og 4-0 á útivølli. Tottenham spældi 2-2 javnleik á útivølli móti Juventus, meðan Chelsea kunnu kenna seg óhepnar við 1-1 javnleiki á heimavølli móti FC Barcelona. Her skuldi ein verjuvilla frá danska Andreas Christensen til, áðrenn Lionel Messi fekk hol á móti Chelsea fyri fyrstu ferð í yrkisleiðini.
Champions League 1/16: finalur:
Sevilla - Manchester United (19.45)
Shakhtar Donetsk – AS Roma (19.45)