Champions League: PSG og Atletico Madrid vunnu seg í hálvfinalurnar

FC Barcelona og Liverpool eru úti av kappingini

Mynd: Ritzau Scanpix

Tvær seinnu fjórðingsfinalur vóru leiktar í Champions League í kvøld.

 

Á Anfield leikvøllinum í Liverpool tapti Liverpool aftur 0-2 fyri Paris Saint Germain, ið vann ein samanlagdan 4-0 sigur.

 

FC Barcelona vann 2-1 á Atletico Madrid á Metropolitano leikvøllinum í Madrid. Men 0-2 tapið á Camp Nou merkir, at Atletico Madrid vinnur samanlagt 3-2.

 

Í annaðkvøld klokkan 20 vera hesar seinnu fjórðingsfinalurnar leiktar: Arsenal-Sporting og Bayern München-Real Madrid. Arsenal vann fyrra dystin á útivølli 1-0, og Bayern vann fyrra dystin á útivølli 2-1. 

 

Atletico Madrid- FC Barcelona 1-2 (1-2) (Atletico Madrid vinnur samanlagt 3-2)

0-1 Lamine Yamal ('4 )

0-2 Ferran Torres ('24 )

1-2 Ademola Lookman ('31 )


Liverpool-Paris Saint Germain 0-2 (0-0) (PSG vinnur samanlagt 4-0)

0-1 Ousmane Dembele ('72 )

0-2 Ousmane Dembele ('90 )

 

Mynd: Ritzau Scanpix