Chelsea stóð fyri heldur óvæntaða úrslitinum í Premier League í dag. Teir vunnið ikki minni enn 3-0 á Crystal Palace, sum liggur væl omanfyri grannarnar á stigatalvuni.
Les eisini:Wayne Rooney kann enn
Chelsea hevur havt stórar trupulleikar hetta kappingarárið, og tað hevur eisini kostað José Mourinho venjarastarvið. Við Guus Hiddink á odda hevur sæð nakað betri út. Í dag sá heilt gott út.
Hóast Eden Hazard mátti takka fyri seg í fyrra hálvleiki, so vann Chelsea sannførandi 3-0. Oscar, Willian og ein vælspælandi Diego Costa skoraðu málini. Serliga Diego Costa sær út sum ein spælari, sum hevur fingið spælihugin aftur. Tað skal tó nevnast, at Crystal Palace var uttan fleiri av berandi kreftunum á framrættaðu plássunum.
Í Liverpool var sannur bretskur fótbóltur, tá Everton og Tottenham deildu stigini í 1-1 javnleiki. Aaron Lennon legði heimaliðið á odda, meðan stórtalentið Delle Alli javnaði fyri Tottenham. Serliga í seinna hálvleiki var talan um “Kick and Rush” fótbólt, sum Premier League mangan verður lýst sum.
Við fullari ferð báðar vegir royndu liðini at skora avgerandi málið, men tað endaði við javnleiki, sum bæði liðini nokk kunnu liva við. Tottenham er á fjórða plássi, trý stig frammanfyri Manchester United, meðan Chelsea við sigrinum nú er komið upp á 14. pláss.
Premier League:
Crystal Palace – Chelsea 0-3
Everton – Tottenham 1-1