Chelsea ella Liverpool?

Í tí sambandi hevur 27-ára gamli hollendski miðvallarin, Rafael Van der Vaart, nú sent Chelsea og Liverpool ein greiðan boðskap.

 

- Eg havi hoyrt um áhugan frá Liverpool og Chelsea og eri errin av at teir hava áhuga í mær. Um nakar av teimum kann bjóða mær spælitíð á besta liðnum, so hevði verið ringt hjá mær ikki at lurtað hvat teir hava at siga, sigur Rafael van der Vaart

 

Rafael van der Vaart hevur seinastu tvey árini bara spælt 31 dystir frá byrjan við Real Madrid.

 

- Eg vanti at Real Madrid skilur mína støðu og hevði lova mær at tosa við áhugaði feløg. Eg vanti eisini at tær flestu flytingirnar fara fram tær báðar komandi vikurnar. So um Liverpool og Chelsea eru áhugaði at tosa við meg, so hevði eg í minsta lagi lurtað, sigur Rafael van der Vaart.

 

Rafael van der Vaart hevur umframt Real Madrid, eisini spælt við Ajax og Hamburg. Hann hevur eisini spælt 83 landsystir fyri Holland.