Tað skuldi brotssparkskapping til áðrenn Chelsea kundi taka ímóti Champions League steypinum fyrstu ferð í søguni. Didier Drogba skoraði málið í vanligari leiktíð og skoraði avgerandi brotssparkið í brotssparkskappingini.
Thomas Muller legði Bayern Munchen á odda sjey minuttir tíð, men bara tveir minuttir fyri tíð javnaði Didier Drogba eftir hornaspark. Bayern Munchen var leikliga omaná, meðan Chelsea vardi væl.
Chelsea byrjaði inni við Ryan Bertrant á vinstra miðvøllinum, sum spældi sín fyrsta dyst í Champions League. Longu aftaná tveir minuttir fekk Bastian Schweinsteiger gult fyri at taka bóltin við hondini. Fyrsti stóri málmøguleikin í finaluni kom miðskeiðis í fyrra hálvleiki, tá Arjen Robben royndi seg við skoti inni í brotsteiginum. Petr Cech fekk hondina á skotið, sum fór á stongina og út.
Chelsea var omaná bæði leikliga og hvat málmøguleikum viðvíkjur. Serliga Mario Gomez var nær við tvær ferðir fyri Bayern Munchen, men fyrru ferð fekk hann ikki tamarhald á bóltinum og seinni ferðina skjeyt hann uppum. Salomon Kalou hevði einstøku royndina á mál fyri Chelsea, men Manuel Neuer bjargaði uttan stórvegis trupulleikar.
Átta minuttir inn í seinna hálvleik skoraði Bayern Munchen tá Franck Ribery prikaði bóltin í málið, men hjálpardómarin vinkaði fyri rangstøðu. Bayern Munchen helt fram at trýsta í seinna hálvleiki, og millum annað Thomas Muller var nær við at leggja tyskararnar á odda, men skotið fór við síðuna av.
Sjey minuttir fyri tíð riggaði. Toni Kroos sendi bóltin innfyri til Thomas Muller, sum stútaði bóltin í vøllin og upp í yvirleggjaran og í mál. Spurnartekin kann setast við málmansspælið hjá Petr Cech. Helst skuldi hann fingið hondina á bóltin.
Stutt eftir málið fór málskorarin út og inn kom belgiska verjukempan, Daniel van Buyten. Tað hjálpti tó lítið, tí tveir minuttir fyri tíð javnaði Didier Drogba, tá hann stútaði eitt hornaspark í kassan. Didier Drogba var ikki serliga eyðsýndur í dystinum, men við málinum tryggjaði hann Chelsea umdyst. Fernando Torres kom inn í somu løtu sum Bayern Munchen skoraði og setti meiri lív í álopspartin hjá Chelsea.
Bara tríggjar minuttir inn í umdystin gjørdi sami Didier Drogba brotsspark, tá hann feldi Franck Ribery. Arjen Robben var settur at skjóta, men Petr Cech stórbjargaði. Franck Ribery mátti av vøllinum við skaða eftir hendingina. Í hansara stað kom Ivica Olic.
Tveir minuttir inn í seinna hálvleik av umdystinum var Bayern um reppið at leggja seg á odda, tá Ivica Olic legði bóltin upp á tvørs til Daniel van Buyten, men verjuleikarin megnaði ikki at koma fram til bóltin.
Einki mál kom í umdystinum og tí varð farið til brotssparkskapping fyri at avgera finaluna. Chelsea skoraði upp á fýra av sínum og Bayern Munchen skoraði upp á trý av sínum. Didier Drogba stóð eftir við seinasta brotssparkinum og skoraði. Chelsea hevur vunnið Champions League fyri fyrstu ferð.
Champions League finalan 2012:
Bayern Munchen Chelsea 1-1 (4-5 eftir brotsspørk)
1-0 Thomas Muller, 83
1-1 Didier Drogba, 88
Brotssparkskappingin:
Bayern Munchen: (Skjýtur fyrst)
1. Philipp Lahm skorar. Cech velur røttu síðu og fær hondina á. 1-0
2. Mario Gomez skorar. Cech velur aftur rætt, men bjargar ikki. 2-0
3. Manuel Neuer(Málmaðurin) skorar. Lágt skotið til sína vinstru. 3-1
4. Ivica Olic brennur. Cech velur aftur rætt og hesa ferð bjargar hann. 3-2
5. Bastian Schweinsteiger brennur. Rakar stongina. Cech fær hondina á.
Chelsea:
1. Juan Mata brennur. Skjýtur til sína høgru. Manuel Neuer bjargar. 1-0
2. David Luiz skorar. Væl skotið í høgra málhorn 2-1
3. Frank Lampard skorar. Hart mitt í málið. 3-2
4. Ashley Cole skorar. Neuer velur rætt, men skotið er ov hart.
5. Didier Drogba skorar og vinnur Champions League fyri Chelsea
Bayern Munchen: Manuel Neuer Philipp Lahm, Jerome Boateng, Anatoliy Tymoschuk, Diego Contento Toni Kroos, Bastian Schweinsteiger, Thomas Muller(Daniel van Buyten, 86min) - Franck Ribery(Ivica Olic, 93.min) Arjen Robben og Mario Gomez.
Á bonkinum: Hans-Jorg Butt, Danijel Pranjic, Rafinha, , , Nils Petersen og Takashi Usami.
Chelsea: Petr Cech José Bosingwa, Gary Cahill, David Luiz, Ashley Cole John Obi Mikel, Frank Lampard, Ryan Bertrant(Florent Malouda, 73min) Salomon Kalou(Fernando Torres, 84.min), Juan Mata og Didier Drogba.
Á bonkinum: Ross Turnbull, Michael Essien, Paulo Ferreira, , Daniel Sturridge og Oriol Romeu