Chelsea er í hálvfinaluni

Reytt kort í fyrra hálvleiki kom at kosta hjá Manchester United, sum nú er úti av FA Cup.

Seinasta fjórðingsfinalan í enska FA Cup hevur verið í kvøld, har Chelsea heima á Stamford Bridge fekk vitjan av fyrrverandi venjara sínum, José Mourinho, og Manchester United.


Chelsea var betra liðið í fyrra hálvleiki, men tað kom einki mál, og mest umtalaða støðan mundi vera tá ið Ander Herrera fekk sítt seinna gula kort í 35. minutti og varð rikin av vølli.


Seinni hálvleikur var góðar fimm minuttir gamal, tá ið Chelsea, sum við einum manni í yvirtali var greitt omaná í spælbýtinum, kom á odda 1-0 við einum langskoti frá N'Golo Kanté.


Marcus Rashford hevði lítla løtu seinni ein gyltan møguleika at javna, men Thibaut Courtois í Chelsea-málinum bjargaði tí nærum opna møguleikan hjá 19 ára gamla framherjanum.


Tættari kom Manchester United ongantíð, tí Chelsea hevði gott tamarhald á støðuni og umvegis 1-0-sigurin hava teir nú spælt seg í hálvfinaluna í FA Cup, har hini liðini eru Manchester City, Arsenal og Tottenham.