FA CUP
Tað hevur verið rættiligt rumbul í Chelsea seinastu tíðina. Manager Scolari varð koyrdur, Ray Wilkins tók fyribils yvir, og nú er greitt, at tað verður hollendski Hiddink, ið skal stjórna Chelsea framyvir.
Um tað var nógv umrødda venjaraeffektin, ið gjørdi seg galdandi hjá Chelsea leygardagin, er ilt at siga. Hiddink var í øllum førum á Vicarage Road har Watford tók ímóti, men tó bert sum áskoðari.
Her sá Hiddink nakað av tí, Chelsea hevur víst nógv av seinastu dystirnar. Liðið hevði bóltin nógv, men hóast leikliga yvirvág og onkrar skotroyndir, so tóktist tað á ongan hátt at vera flótandi hjá Chelsea.
Watford var heldur ikki sannførandi, men kortini megnaðu teir at leggja seg á odda, tá 69 minuttir vóru spældir. Tað var innskifti Tamas Priskin, ið syrgdi fyri, at Watford fekk leiðsluna – hetta var annars í stríð við tað, dysturin hevði lagt upp til, men bólturin er flestum kunnugt rundur, serliga í FA Cup.
Problembarnið loysti trupulleikan
Leiðslan hjá Watford tóktist at vera enn ein staðfesting av, at millum lítið og einki hepnast hjá Chelsea í hesum døgum. Chelsea hevur tó ein mann, har tingini hava hepnast serstakliga væl í ár.
»Enfant terrible«, ella problembarnið, hevði undan dystinum leygardagin skotið tilsamans 17 mál. Eftir dystin móti Watford var talið 20.
Nicolas Anelka javnaði fyri Chelsea, legði teir á odda og staðfesti í yvirtíðini sigurin. Hann sendi Chelsea víðari í fjórðingsfinalurnar í FA Cup 11. árið á rað.
United á veg móti quintuple
Eitt annað stórfelag, sum einans hevur gjørt tað væl seinastu mongu dystirnar, er Manchester United. Í gjár spældu teir seg leikandi lætt víðari í fjórðingsfinalurnar í FA Cup, eftir at hava vunnið 4-1 á Derby. Nani, Gibson, Ronaldo og Welbeck syrgdu fyri teimum fýra málunum. Hetta meðan menn sum Berbatov, Carrick og van der Sar als ikki vóru partur av hópinum, og Vidic, Scholes og Tevez sótu á beinkinum allan dystin.
Sannførandi avrikið hjá Manchester United ímóti Derby, og ikki minst framúrskarandi gongdin í Premier League hava havt við sær, at fótbóltseygleiðarar nú tosa um møguleikarnar hjá Manchester United at vinna the quintuple – altso fýra steyp.
Teir reyðu hava longu vunnið heimsmeistarakappingina fyri feløg, føra Premier League við tveimum stigum og hava ein dyst til góðar, umframt at teir næsta týsdag spæla Champions League dyst móti Inter, og í gjár spældu seg víðari til fjórðingsfinalurnar í FA Cup.
Everton sendir toppin út
Tað eru tó ikki einans toppliðini í Premier League, ið spæla seg víðari í FA Cup. Seinasta umfar sendi Everton Liverpool út, og hetta vikuskiftið syfti Everton Aston Villa um koll.
Á Goodison Park syrgdu vertirnir fyri einum 3-1 sigri á Aston Villa, sum annars ikki hevur tapt 13 dystir á rað í Premier League, har liðið liggur á einum sannførandi triðja plássi.
Jack Rodwell, Mikel Arteta og Tim Cahill skoraðu fyri Everton, meðan James Milner gjørdi málið fyri Everton.
Fýra javnleikir
Omanfyri umrøddu sigrar vóru teir einastu í FA Cup um vikuskiftið. Í øllum hinum fýra dystunum endaði tað við javnleiki. Tað merkir, at hesi liðini skulu spæla umdyst, og teir dystirnir verða leiktir millum 24. og 26. februar.
Arsenal skal so í eldin í kvøld. Teir eiga útsetta dystin frá fjórða umfari í FA Cup til góðar, har mótstøðuliðið er Cardiff. Vinnarin av hesum dystinum møtir Burnley í fimta umfari, og vinnarin av hesum dystinum møtir so annahvørt Sheffield United ella Hull, sum skulu spæla umdyst um góðar tvær vikur, eftir javnleikin um vikuskiftið.