Chelsea skal bjarga Onglandi

Chelsea skal í kvøld venda einum 3-1 tapi móti Napoli, um Ongland skal hava nakað lið við í fjórðingsfinalunum í Champions League. Real Madrid er favorittur at koma víðari móti CSKA Moskova, men José Mourinho hevur ávarað sínar menn um ikki at undirmeta russisku mótstøðuna.

 

Fyrst fór Manchester City. Síðani tapti Manchester United fyri FC Basel og endaði saman við grannunum í Europa League. Í farnu viku stríddi Arsenal seg til ein 3-0 sigur á AC Milan, men tapti samanlagt fyri italska meistaraliðnum. Í kvøld skal Chelsea skora minst tvær ferðir fyri at koma víðari, um Ongland skal hava nakað lið við í fjórðingsfinalunum.

 

Chelsea tapti fyrra dystin móti Napoli í Italia 3-1. Síðani tá hevur felagið koyrt venjaran og sett Roberto Di Matteo sum fyribilsvenjara. Hann hevur vunnið tveir teir fystu dystirnar. Annar móti Birmingham í FA Cup og hin móti Stoke í Premier League. Dysturin í kvøld er avgjørt størsta uppgávan hjá fyrrverandi Chelsea miðvallarinum.

 

Raul Meireles er leikbannaður fyri Chelsea.

 

Í Madrid skulu José Mourinho og hansara menn bara verja 1-1 javnleikin í Moskova, so er Real Madrid víðari. Portugisin hevur tó ávara sínar menn um ikki at taka ov lætt upp á uppgávuna. Real Madrid er stórfavorittur at koma víðari, men José Mourinho vísur á hann við bæði Inter Milan og Chelsea hevur spælt móti CSKA Moskova og at russiska felagið ikki skal undirmestast.

 

Champions League 1/8:

 

Chelsea – Napoli (1-3) 19:45

Real Madrid – CSKA Moskova (1-1) 19:45