Meðan Didier Drogba skal spæla Champions League fjórðingsfinalu við Galatasaray, so er fyrrverandi felagið hjá honum, Chelsea, í stórum trupulleikum í Europa League.
Seinni dystirnir í 1/8 finalunum í Europa League verða í kvøld. Farna kappingarár vann Chelsea Champions League við Didier Drogba á odda. Hann er nú útskiftur, men tað kundi sæð út til, at Chelsea saknar Didier Drogba meira, enn Didier Drogba saknar London felagið.
Chelsea er aftanfyri 1-0 undan dystinum í kvøld móti Steaua Bukarest, meðan Didier Drogba fyrrdagin vann sær pláss í fjórðingsfinaluni í Champions League við turkiska liðnum hjá sær, Galatasaray.
Stemningnurin í Chelsea er ikki góður fyri tíðina. Serliga er tað fyribils venjarin, Rafael Benitez, sum stendur fyri skotum. Hetta ætla gestirnir úr Rumeina at gera sær dælt av.
- Vit vita, at áskoðararnir spæla ein stóran leiklut - serliga um vit koma á odda tíðliga. Tað hevði skapt ein keðilgan stemning. Tí fara vit at gera alt vit kunnu fyri at skora tíðliga og spæla væl, sigur Laurentiu Reghencampf, venjari hjá Steaua Bukarest.
Tottenham er uttan Gareth Bale í Milano í Italia, men tað skal ganga nógv gali hjá hinum London felagnum í Europa League, um teir ikki koma víðari. Tottenham vann 3-0 móti Inter Milan í fyrra dystinum. Gareth Bale hevur leikbann.
Europa League 1/8 finalur:
Ruben Kazan(0) (0)Levante (17.00)
Zenit(0) (2)FC Basel (17.00)
Inter Milan(0) (3)Tottenham (18.00)
Bordeaux(0) (1)Benfica (20.05)
Chelsea(0) (1)Steaua Bukarest (20.05)
Fenerbahce(1) (0)Viktoria Plzen (20.05)
Lazio(2) (0)VfB Stuttgart (20.05)
Newcastle(0) (0)Anzhi (20.05)