Tvær av fjórðingsfinalunum í Champions League kappingini vórðu spældar í kvøld, og í báðum førum var talan um úrslit, sum ikki gingu heilt, sum fólk flest høvdu væntað.
Í Liverpool setti Chelsea ein harðan stoppara fyri framúr úrslitunum, sum Liverpool hevur havt seinastu nógvu vikurnar.
Tað gekk annars við hjá heimaliðnum, tá Fernando Torres tíðliga í dystinum legði teir á odda, men stutt fyri steðgin javnaði Branislav Ivanovic fyri Chelsea. Sami maður legði í seinna hálvleiki gestirnar framum, og tá Drogba økti til 3-1, stóð greitt, at Chelsea hevur eitt framúr útgangsstøði undan seinnu hálvfinalunum.
Og í Barcelona fekk Bayern Munchen av at vita móti Barcelona, sum longu í steðginum var á odda 4-0 í tí, sum mest av øllum minti um fótbóltsuppvísing.
4-0 gjørdist eisini endaliga støðan, men tað skal vera løgið, um hetta ikki er nóg mikið til at tryggja Barcelona pláss í hálvfinalunum.
Liverpool-Chelsea 1-3 (1-1)
1-0: Fernando Torres, 6.
1-1: Branislav Ivanovic, 39.
1-2: Branislav Ivanovic, 62.
1-3: Didier Drogba, 67.
Barcelona-Bayern Munchen 4-0 (4-0)
1-0: Lionel Messi, 9.
2-0: Samuel Eto´o, 12.
3-0: Lionel Messi, 38.
4-0: Thierry Henry, 43.